Tina Johansen
Tað ið eyðkennir tann modernaða dansin er, at koreografur og dansari spæla sær og eksperimentera við rørslum, rúmi, ljóði og ljósi. Í modernaða dansinum ber alt til - tað er einans hugflogið hjá teimun, ið skapa framførsluna, sum setur mørkini.
Tær tríggjar koreografiirnar høvdu heitini »Surface«, »½« og »Too short«.
Surface
Koreografi: Rannvá Káradóttir saman við dansara
Dans: Bettina Muss ±Jensen
Filmað og klipt: Marianna Mørkøre
Ein dansari í svørtum tricot, svart rúm og svart/hvítur filmur á svørtum veggi aftast í rúminum. Koreografiin var einkul, myndað av nøkrum fáum rørslum í einum samanspæli millum dansaran á gólvinum og dansaran í filminum. Somu rørslurnar gingu aftur og vóru endurtiknar ferð eftir ferð.
Ljóðmyndin var einans ljóði av dansaranum í rúminum og dansaranum í filminum andadráttur, fótafet, ein hond, fótur ella armur móti vegginum, kroppur drigin eftir gólvinum.
Dansarin á gólvinum og í filminum var tann sama, og tær báðar høvdu eitt tætt samanspæl. Eitt samanspæl sum í løtum gjørdist magiskt, tí kenslan av rúmi og hvat var upp og hvat var niður hvarv, - dansarin gjørdi seg næstan leysan av yvirflatuni, luft kom ímillum gólv og kropp.
Ein fekk varhugan av lurtan, bíðan, spurningi, svari ein leitan eftir onkrum, ella lurtan eftir sær sjálvari, ein tráan eftir at slíta seg leysan og ein tráan eftir at finna saman .
Ein góð kensla av undran, forvitni og at kenna seg aftur var tað ein sum áskoðari upplivdi.
1/2
Koreografi og dans: Kristina Sørensen Ougaard
Tónasmiður/tónleikur: Dánjal á Neystabø
Hvør togar í træðrirnar ella finnast træðrir?
Svart rúm. Ein dansari í tunnum svørtum sokkum, grønum militerbuksum og einari lilla blusu. Ein tónleikari í keppi og klædningsjakka við eitt gamalt klaver. Á klaverinum ein øskutrygil við einari feitari sigar. Við klaverið eitt stearinljós. Tvørtur um rúmið vóru tveir snórar spentir, og á øðrum hingu pappírsdukkur tætt, lið um lið.
Hetta var ein dansileikur, har dansarin og tónleikarin saman skaptu eina søgu. Vit sóðu valdsharran og tann undirbrotliga, bøðilin og ofrið, tann stýrandi og tann eyðmjúka.
Sum áskoðari fekk ein hugmyndina av kúgan, harðskapi og ófriði - tað veri seg úti í heimi ella í einum vanligum húski í Føroyum.
Meðan tónleikarin improviserar yvir Somewhere over the rainbow, leingist øllum pappírsdukkunum og kvinnuni á gólvinum, eftir einari fagrari og eydnuríkari verð hinumegin ælabogan.
Kvinnan dansar við fríum óbundnum rørslum, toyggir seg, vendir og snarar sær, stundum samankropin, stundum opin - sum droymir hon seg burtur í annan heim.
Brádliga verður hon steðgað. Maðurin blakar henni eina balju við vaskiklæðum í øllum ælabogans litum sum vil hann siga: Nærri kemur tú ikki at ælaboganum, hon sjálv!.
Umhugsin heingir hon klæðini á snórin.
Tá hon er liðug gongur hon fram móti áskoðarunum, og framførir ein Dance Makabre. Í dansi roynir hon at finna lívsneistan aftur, men verður av valdsharranum og tónleiki hansara, sligin í gólvið. Hon reisir seg aftur, men verður enn einaferð niðurbard. Hon reisir seg aftur, verður aftur niðursligin. Hetta heldur áfram, til hon at enda í máttloysi søkkur saman á gólvinum.
Við feitu sigarini í munnklovanum vísir valdsharrin, hvør í hesum føri togar í traðrirnar. Hann teknar við hvítum kriti eina strikumynd rundanum lívleysa kroppin á gólvinum,og heingir enn eina pappírsdukku á snórin sum vil hann siga: Soleiðis hatta var hon!
Søgan endar tó ikki her. Enn einaferð reisir kvinnan seg, hyggur undrandi at strikumyndini av sær sjálvari. Hon sær pappírsdukkurnar hanga lið um lið á snórinum og meðan bøðil hennara við trilvandi tónum á klaverinum undrandi eygleiðir tað sum hendir, tekur kvinnan pappírsdukkuna, ið ímyndar hana og hennara lívsroyndir. Hon leggur pappírsdukkuna varliga at bringuni, gongur móti áskoðarunum, opin, lítandi frameftir, og hóast hon tykist viðbrekin, fær ein sum áskoðari kensluna av, at hon fer undir at skapa sær eitt annað lív.
Ein væl framførdur og sera hugtakandi dansileikur.
»Too short«
Koreografi: Rannvá Káradóttir saman við dansarunum
Dans: Seke Chimutengwende, Rannvá Káradóttir og Kristina Sørensen Ougaard
Búnar: Marianna Mørkøre
Ord: Seke Chimutengwende
Tveir stuttir, ljósir, kvinnuligir dansarar ein langur, myrkur, mannligur dansari.
Svart rúm, ein gul banan. Strammar svartar blusur við stuttum ermum og svartar haremsbuksur. Naknu armarnir og beinini vóru mótsetningar til svørtu búnarnar og svarta rúmið.
Ljóðmyndin var sett saman av orðum, ljóði av dansandi kroppum og tónleiki hjá Frank Zappa og franska bólkinum Tétes Raides.
Koreografur og dansarar spæla sær við kontrastir, bæði í formi og innihaldi.
Maðurin kemur inn í rúmið, bítur í ta gulu bananina. Har afturi í rúminum koma kvinnurnar til sjóndar, við kvikum, hoppandi rørslum. Í somu løtu byrjar maðurin at tosa. Orðafloymurin, ið streymar frá honum, gevur í fyrstu atløgu onga meining, men so við og við vaksa fram hugmyndir um makt, kærleika, ótta og spæl.
Øll trý dansa hvør sær og saman. Tær báðar hoppa, rulla runt á gólvinum, standa á økslini við beinunum upp í loft, dansa við rundum rørslum synkront, sum vóru tær eitt. Hann dansar róliga, við stórum rørslum, leypir meðan hann strekkir se út og upp í rúmið.
Saman við orðunum - og bananini eydnast tað dansarunum at skapa ein stuttligan og groteskan dans, ið lýsir ymiskar menniskjansligar eginleikar, sum til dømis tað primitiva, tað intellektuella, tað manipulerandi og lokkandi - tað forvitna, góðvarna, undrandi og kannandi.
Brádliga fær ein hóming av yrkingum:
Tons tametransgressive
Oforchidobstinate
Outoccasionallyopportunist
Stretchedshyseeks
Handshoveringhot
Onlyoveroral
Ruiningrarerock
Traditiontruththerapist
(citat úr leikritinum)
Loddrætt lisið geva fyrstu bókstavarnir í orðunum heiti á d 6ansinum too short&
Ein sera stuttlig og leikandi løtt framførsla.
Tað er ikki lætt við fáum orðum at lýsa hesar tríggjar framførslur, sum hóast tær einans vardu í ein stuttan tíma, spentu víða og spældu á nógvar streingir. Við tí einfalda og fatanini av at less is more megna hesi ungu listarfólkini at geva áskoðaranum eina uppliving, sum ístaðin fyri at tala til fornuftin og tað skynsama, talar beinleiðis til allar sansir og hugflogið. Ein situr við stórum eygum og hálvopnum munni og tekur ímóti, letur seg yvirraska og verður drigin við inní teirra søgu samstundis sum ein fær frælsi til at associera frítt og skapa sínar egnu søgur.
Her eru ongar avmarkingar, bert møguleikin at vera opin, uppliva og taka ímóti.
Vit gleða okkum til at síggja meira!
»The dance, more than any other art, lives through the genius of its interpreters.« (Lilian Moore, Artists of the dance)