Málfelagið hevur í hesum døgum sent eitt Móðurmálsalfabet til øll húsarhald í Føroyum. Hóast framkomna tøkni so hevur ein feilur sníkt seg inn, soleiðis at eitt lítið “ð” endaði sum lítla “d”. Hetta er óheppið, og vit biðja hvønn einstakan mótakara av Móðurmálsalfabetinum um at bera yvir við hesum feili.
Fólk kunnu hjálpa okkum við at rætta feilin við í “ Ð-kassanum” at seta eina striku í lítla “d” og soleiðis fáa eitt brúkiligt lítla “đ”. Takk fyri hjálpina J. Annars stendur alt stavraðið í Móðurmálsalfabetinum feilfrítt niðast á arkinum, sum øll húski í Føroyum hava fingið í postkassan.
Í komandi viku verður annars eitt feilfrítt Móðurmálsalfabet at fáa til keyps í bókhandlum og onkra aðrastaðni við. Tvær útgávur verða. Ein laminerað A4 stødd og ein plakat stødd 50x70 cm.
Onkur hevur róð framundir, at Málfelagið hevur uppfunnið hetta Móðurmálsalfabetið, men so er ikki. Hetta Móðurmálsalfabetið hava vit tikið úr Móðurmálsorðabókini – FØROYSK ORÐABÓK – 1. Útgáva frá 1998. Útgevarar: Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya.
Eitt bókstavarað ella alfabet, sum verður tikið úr eini tignarligari Móðurmálsorðabók, kann valla kallast annað enn eitt Móðurmálsalfabet. ( C síðu 176, Q síðu 907, W síðu 1401, X síðu 1401 og Z síðu 1410 ). Tað einasta, ið Málfelagið hevur gjørt, er at lýsa tilknýtið hjá teimum einstøku bókstavunum til tað føroyska umhvørvið og dagligdagin við viðkomandi myndum og hugtøkum, ein sokallað visualisering av alfabetinum ella stavraðnum.
Málfelagið – móðurmálinum at frama
Dan Reinert Petersen, formaður
Randi Meitil, skrivari
Regin Eikhólm, kassameistari