Møguleikin hjá Íslandi at røkka EM-endaspælinum er 5,6 prosent

We Global Foot­ball hevur roknað upp á sannlíkindini hjá teimum 12 landsliðunum í Nations League Play Off at røkka EM-endaspælinum í Týsklandi

Heimasíðan, We Global Football hevur roknað upp á sannlíkindini fyri hvussu stóran møguleika tey 12 landsliðini sum skulu spæla Nations League Play Off dystir hava at røkka EM-endaspælinum í Týsklandi komandi summar. 

 

Møguleikin hjá Íslandi at røkka EM-endaspælinum er bara 5,6 prosent. Hjá Finnlandi er møguleikin sambært We Global Football 17,7 prosent.

 

HER er sannlíkis-útrokningin hjá We Global Football:

 

Deild A:

Wales 44,5%

Pól­and 34,6%

Finn­land 17,7%

Est­land 3,2%

 

Deild B:

Ukraina 63,3%

Ísra­el 19,3%

Bosn­ia Hersogovina11,8%

Ísland 5,6%

 

Deild C:

Grikka­land 46,2%

Georgia 42,7%

Luksem­borg 7,4%

Kasakst­an 3,7%

 

Skráin fyri hálvfinalurnar, ið vera leiktar 21. mars sær soleiðis út:

 

Deild A:

 

Wales - Finn­land

 

Pól­and - Est­land

 

Deild B: 

 

Ísra­el - Ísland

 

Bosn­ia Hersogovina - Ukraina

 

Deild C: 

 

Georgia - Luksemborg

 

Grikka­land - Kasakst­an

 

Finalurnar í teimum trimum deildunum vera leiktar 26. mars. Teir tríggir finaluvinnararnir vinna seg til EM-endaspælið í Týsklandi.