Møguliga stormur í morgin

Meginpartin av komandi tíðini liggja vit í einum køldum streymi av norðri við vindi og vetrarælum, men sunnudagin fara brúgvaløg og mildari luft at troka seg inn út útsynningi.

 


Í dag verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein landsynning og eystan. Yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnapartin skýggjað og sum frá líður avfall av útsynningi, partvís vátaslettingur. Hitin millum 2 og 6 stig. Um kvøldið snarar hann í ein norðan og øtlar út á náttina vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Mikudagin øtlar hann vindin í hvassan vind upp í skrið av norðri, 15 til 20 m/s og í hvirlunum stormur, um 25 m/s. Um kvøldið makar hann vindin og hósnáttina verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavi og heglingsæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina millum frostmarkið og 3 kuldastig.

 

Hósdagin makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt kavaælið. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 3 kuldastig, um náttina kaldari í støðum.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og útsynning og makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin alt samdøgrið úr frostmarkinum upp í 4 hitastig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein landnyrðing og um náttina lækkar í ein sunnan. Samdrigið og kavaæl, um náttina turt og partvís klárt. Hitin um dagin um 4 hitastig, um náttina millum 2 hitastig og 3 kuldastig.

 

Sunnudagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í stívt andøvsgul av suðri, 7 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan. Fyrst turt og sólglottar, men út á dagin skýggjað vestanfyri og um náttina regn av vestri. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 6 stig.