Mogens nýggjur formaður

Tá ið Sclerosufelgið hevði aðalfund 30. mars, varð Mogens Eriksen valdur til nýggjan formann í felagnum

Aðalfundur

 

Formaður og skrivari felagsins stóðu fyri vali á seinasta aðalfundi.

Jákup Jóhs. Matras, sum hevur verið kassameistari í fleiri ár, ynskti at sleppa úr nevndini. Tí bleiv nevndin umskipað, soleiðis at Petra Nysted, sum hevur verið skrivari, tók við sum kassameistari.

Hendrik Jacobsen, sum hevur verið formaður seinastu árini, ynskti ikki at halda fram, og í hansara stað varð Mogens Eriksen valdur.

Nýggjur skrivari gjørdist Katrin Lindberg Hansen.

Á fyrsta fundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Kristu Hvannastein sum næstformanni.

Nevndin í Sclerosufelagnum sær nú soleiðis út: Mogens Eriksen, formaður, Krista Hvannastein, næstformaður, Katrin Lindberg Hansen, skrivari, Petra Nysted, kassameistari, Annika Festirstein, nevndarlimur, Marianna Simonsen og Súsanna Laksáfoss, seinast nevndu eru tiltakslimir.