X-factor luttakarin Mohammed vitjar á deildini hjá Føroya Banka í miðbýinum í Havn í dag kl. 16. Eygagóði luttakarin í X-factor, Mohammed, luttekur í Barnafestivalinum í Grasagarði í morgin, leygardagin 4. juli 2009. Men longu í dag kunnu áhugaði - ung sum gomul - fáa loyvi at heilsa upp á Mohammed á deildini hjá Føroya Banka í miðbýinum í Havn.
Tiltakið verður kl 16, har Mohammed bjóðar øllum at fáa autograf. Nósi er høvuðsstuðul hjá Barnafestivalinum, tí luttekur hann eisini á festivalinum í Grasagarði í morgin.