Moirae slær til aftur við fullari styrki

Tær tvær næstu vikurnar standa í ljósinum av Moirae, sum uttan at blunka kann sigast at vera besti rokkbólkur í Føroyum nú. Konsert í Norðurlandahúsinum 12. juni og fløgan kemur út dagin eftir. Minnast tit konsertirnar við Føstufressunum í ´90? Hetta verður enn størri, lovar Terji

Dánial Hoydal


Teir eru allastaðni í løtuni. Á bussunum, í bløðunum, í Útvarpinum og Sjónvarpinum. Og skjótt verða teir eisini til at koyra í fløguspælaran heima. Men um tit vilja sleppa á konsert við teimum, so skulu tit helst skunda tykkum. Forsølan byrjar í dag og tað er bara pláss til 400 fólk í Norðurlandahúsinum.


Sum ongantíð fyrr

Fyrireikingarnar hava verið umfatandi, sigur Terji, sum situr heima í sofuni og roynir at savna tankarnar eitt sindur, sum mala í heysinum á honum. Hann er týðiliga stressaður av øllum roksinum og tónleikinum, hann hevur havt um oyruni í seinastuni.

Fyrst í Januar í ár fóru vit at leggja alt í fasta legu. Dagfestingar vóru gjørdar fyri útgávu og konsert longu tá, og allar ?deadlines? í fløguframleiðsluni eru hildnar. Vit hava lagt alt til rættis út í æsir. Tað góða er, at alt hevur riggað, sum ætlað, sigur Terji. Eg havi ongantíð verið við til at gera so nógv burturúr áður.


Professionelt

Jón McBirnie hevur staðið fyri upptøkunum, sum hava verið gjørdar í JacZak-studio í Havn, men síðan vóru tær sendar til Flemming Rasmussen í Sweet Silence studio í Keypmannahavn, sum er eitt rættiliga gott ljóðblandingarhøli. Hann er sera kendur í Danmark og aðrastaðni og gjørdi m.a. tær fyrstu Metallica fløgurnar, sum hava selt ófatiliga nógv um allan heim. Terji fortelur, at hann í avtaluni við Metallica tryggjaði sær eina krónu burturav hvørjari seldari fløgu; og tá man hugsar um, at meira enn 17 milljónir eintøk eru seld av tí fyrstu fløguni, so nýtist mær ikki at siga, at maðurin er ríkur og kendur. Hann hevur eisini gjørt eitt framúr arbeiði við okkara fløgu og fingið júst tað fram, sum Moirae stendur fyri. Eitt tungt og skitið live-ljóð, sum vit allir fullu fyri beinanvegin.


?Sangir úr náttini?

Anker Eli Petersen hevur skrivað allar tekstirnar. Yvirhøvur er tað eitt nógv meira ?heilt? verk hesaferð. Eg havi fyri tað mesta gjørt løgini - sjálvandi við tí gondini sum vanliga er í einum bólki - og Anker Eli hevur gjørt orðini í tøttum samstarvi við hvønn annan.

Bólkurin sum heild hevur eisini so at siga funnið seg sjálvan og fingið ein samleika. Vit vita, hvørjir vit eru, og hvat vit vilja nú. Hendan samansetingin hevur funnið sítt stev. Vit hava til hesa útgávuna funnið fram til, hvat okkara styrki og veikleiki er, og harúr tikið tað fram, sum vit vilja gera nakað við. Tann fyrra fløgan var meira skisofren, og tað var eingin gjøgnumgangandi tráður í útgávuni. Løgini á hesi fløguni eru sprottin úr hørðu venjingini hjá okkum upp undir framførslurnar í Finnlandi aftaná Prix Føroyar. Nakað lík teimum seinastu løgunum á fyrru fløguni sum t.d. Rúsevnistoka, Eg flýggi til tónleikin og Myndugleikin, greiðir Terji frá.

Sum heild er fløgan øgiliga nógv Moirae, men vit hava spælt okkum vit okkurt nýtt. T.d. hava vit gjørt nógv spennandi við temponum við Kaj á odda. ?Kaj er altso tann undaligasti trummuspælarin, eg nakrantíð havi spælt saman við!?, sigur Terji flennandi.

Anker Eli hevur eisini gjørt husan og alla uppsetingina. Heitið á fløguni er hann eisini komin við, og tað er ?Sangir úr náttini?.


Ein føroysk fløga

Útgávan er føroysk burturav. Tónleikurin er føroyskur; tekstirnir eru føroyskir, fløgan verður givin út til ein føroyskan marknað - onki meir, slær Terji fast. ?Vit hava ongar ambisjónir ella ætlanir um at fara aðrastaðni við fløguni, tí hon er føroysk fult og heilt. Vit satsa hart upp á føroyingarnar, og um vit kom heilskapaðir frá tí, so leggja vit líka í restina.?

Fløgan má vera ein av útgávunum við stórsta lýsingararbeiðinum aftanfyri sær nakrantíð í Føroyum. Frændur gav 80´ini út á sinni, og tá var eisini gjørt nógv burturúr, men úrslitið var eisini hareftir, og tann fløgan má vera ein tann mest selda føroyska fløgan nakrantíð. ?Sjálvur haldi eg, at tað alt ov ofta verður spart upp á PR.?


Meira verður um konsertina í næstu viku!!!