Moldkonsert í Vágum

.

Komandi leygarkvøld fer poppbólkurin Mold at hava konsert í Sørvági.

Hetta er fyrstu ferð, at teir hava konsert í Vágum. Tað er eisini fyrsta almenna framførsla hjá bólkinum, síðan teir hitaðu upp fyri heimskenda bólkinum Blur seinast í august mánaði.

Fyri lítlum ári síðan gav Mold sína fyrstu fløgu út, ?Mullich Mulli?, og teir eru longu á veg við næstu fløguni, ið verður upptikin á Velbastað í november mánaði.

Mold vónar, at nógv fólk koma á konsertina í Sørvági. Bólkurin er í góðari venjing, og CAL fer at standa fyri ljóði og ljósi á konsertini.

Eitt møguligt yvirskot av konsertini fer til at fíggja nýggju fløguna, ið væntandi kemur út næsta vár.