Hvussu heldur tú jól í ár?
Eg haldi jól saman við foreldrunum og beiggjunum. Maður mín er burturstaddur í ár. Vónandi sleppur hann at uppliva tey føroysku jólini næsta ár.
Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini?
At lata mammu og babba fáa frið í køkinum. Tað er altíð stuttligt at eygleiða dynamikkin millum tey. Hvørt einasta ár fáa vit systkini láturkrampa av teimum. Nú eru vit ikki nóg nógv til at dansa um træið, men vit syngja enn jólasangir. Tað er altíð sera hugnaligt og við jólapyntuninum og anganum av góðum mati, er lætt at føla seg heima. Mamma plagar altíð at lesa eina góða føroyska søgu. Tá vit vóru lítil, kláraðu vit bert tær stuttu, tí vit vildu lata jólagávurnar upp. Men nú vit øll eru vaksin, hava vit meira tol og njóta hvørja løtu.
Hvat er minni umráðandi?
Gávur hava ongantíð sagt mær nakað. At pakka eina ella tvær upp er nóg mikið. Mær dámar væl at síggja gleðina, sum hini fáa av pakkum, men eftir eg var umleið 14 ár, havi eg ongantíð hildiðm at jólaresið og trýstið, ið fylgir við er serliga hugaligt. Jólini eru nógv meir enn tað. Vit hava eisini lyndi til at gloyma, hví vit halda jó,l og haldi eg, at tað átti at verið raðfest nógv hægri. Heima við hús verður tað heldigvís virt.
Hevur korona ávirkað, hvussu tit halda jólini í ár?
Nei, tað hevur tað als ikki.