Mona er fødd og uppvaksin í Sandavági, dóttir Jacobu og Zacharias Thomsen. Hon kom til Havnar í 1962 og arbeiddi á skrivstovuni á Skipafelagnum, áðrenn hon fekk lærupláss á Dómaraskrivstovuni 15. mai 1963. Hon hevur so gott sum øll árini arbeitt á Tinglýsingardeildini. Mona er gift við Árna Wang úr Kaldbak, og tey hava búð í Kovalág í Havn síðan 1970. Tey eiga døturnar Vivi, sum býr í Sandavági og Ann-Mari, sum býr í Havn. Mona og Árni eiga fimm ommu- og abbabørn, tey eru: Anja, Mona, Kamma, Jóhan Arni og Jórun.