Monika Stauss Joensen á violin og Helene Ringgenberg á orgul, sum báðar eru úr Sveits, fara at spæla í Glyvra kirkju í annaðkvøld klokkan 20.
Tær fara at spæla tónleik eftir eitt nú Bach, Hándel, Svendsen og Rheinberger.
Helene var mest sum fastur cembalistur, tá Ólavur Hátun fekk heimskenda dirigentin og kórleiðaran, Willi Gohl, sála, til Føroya at framføra fleiri av fremstu kórverkum.
Helene er eisini organistur í eini stórari kirkju í Bern, høvuðsstaðnum í Sveits.
Saman hava Monika Stauss Joensen og Helene Ringgenberg havt fleiri konsertir í Sveits og í Føroyum. Tær hava eisini spælt í Odense, eins og tær vórðu bjóðaðar at spæla í San Luis Obispo í USA, har tær spældu fyri MAY (Music and Art for Youth).
Nú Helene Ringgenberg er í Føroyum og vitjar, spældu tær báðar eisini í Christianskirkjuni í Klaksvík leygardagin. Í annaðkvøld verður konsertin so í Glyvra kirkju.
- Konsertin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Eftir konsertina verður bjóðað til ein kaffimunn, siga fyrireikararnir.