Konsertferð
Tey bæði, Monika Stauss Joensen, sum spælir violin og Ólavur Jakobsen, sum spælir guitar, fara til USA á konsertferð, 15. mai, haðani tey koma aftur, 26. mai.
Monika og Ólavur eru boðin at hava einar seks konsertir á Los Angeles-leiðini.
Kent navn
Tað er Fréderic Balazs, sum er forseti í MAY (Music and Art for Yout), ið skipar fyri konsertunum hjá teimum báðum.
Balazs er sjálvur violinleikari, komponistur og var í fleiri ár dirigentur hjá New Oklahoma Texas Symphonie-orkestrinum.
Hann var eisini dirigentur hjá Frank Sinatra í fleiri ár og vitjaði annars í Føroyum í sambandi við summartónar á sumri 1998.
Væleydnað
Konsertferðin hjá Moniku Stauss Joensen og Ólavi Jakobsen byrjaði við væleydnaðari konsert í Leirvíkar kirkju týskvøldið.