MonkeyRat + Jasmin & Jasmin á Mojo Blues Bar í kvøld

Eftir eina framúr góða móttøku á Trixx Festival í Christiania fyrr í mánaðnum spæla MonkeyRat + Jasmin & Jasmin á Mojo Blues Bar í Keypmannahavn í kvøld klokkan 21:30.

 

Hetta er seinasta konsertin í Danmark undan Føroya Tourné sum byrjar við Summarfestivalinum tann 9 august og síðani spæla tey til Summartónar tann 13 august.

 

Tað er ókeypis atgongd.

 

Leinkja til tiltakið á Facebook.