Fløguaktuelli bólkurin MonkeyRat verður vertur fyri jam session á Mojo í Keypmannahavn nú hóskvøldið, har tey fara fullmannaði á pallin klokkan 22:00. Tey koma eisini til Føroya at spæla í næstum.
Unga talentið, Johan Jørgensen, sum eisini spælir nakrar guitarar á nýggju fløguni, er við hóskvøldið sum avloysari, men annars er tað uppruna manningin, og upprunamanning kemur eisini til Føroya í summar, og tey eru: Anna Iachino - vokal, Arnold Ludvig - bass/vokal, Alain Apaloo - guitar, Jens Stoklund - trummur, Jasmin - vokal og roWan (Róin Siggertson) - vokal.
"Sunshine", sum er heitið á nýggju fløguni hjá MonkeyRat, er til prentingar beint nú og verður latin til útgávu í næstum.
Sunshine er næsta fløgan hjá MonkeyRat.