Heldur enn at leggjast eftir fiskimonnumm skuldi Ingeborg Vinther roynt at gjørt okkurt fyri sínar egnu limir.
Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag sigur, at tað verður seint gloymt, at Ingeborg Vinther, og hini feløgini, venda sær ímóti fiskimonnum, soleiðis sum tey gera í málinum um ætlaða skattalættan.
Tí hetta er vent ímóti fiskimonnum, hvat ið so verður sagt.
Óli Jacobsen sigur, at hetta er eitt mál, hini feløgini einki hava við at gera.
Og heldur enn at hótta við at leggja landið lamið uppá eitt mál, tey einki hava við at gera, skuldi Ingeborg Vinther roynt at vunnið sínum egnu limum betri sømdir.
Men haðani hoyrist einki uttan hóttanir, morð og brandur og tað bera kjaftaslit, og soleiðis kann eitt fakfelag ikki arbeiða í nítiárunum.
Men ítøkilig tiltøk, sæst onki til.
Og úrslitið sæst eisini. Tí veruleikin er, at limirnir hjá Ingeborg Vinther hava at kalla ongar batar fingu hesi seinastu 20 árini.
Ingeborg vinther hevur arbeitt fyri verkafólkið á landi í 20 ár, men hon hevur at kalla einki gjørt fyri tey.
Hann nevnir t.d., at einaferð ætlaði Vilhelm Johannesen at at leggja uppskot um eina fastlønarskipan fyri flakafólk fyri tingið.
Men Ingeborg Vinther hótti við at leggja alt landið lamið, varð tað gjørt.
Óli Jacobsen heldur, at starvsfelagið hansara í fakfelagsrørsluni er so destruktiv, at hon hevur beint fyri øllum tiltøkum, sum hava verið ætlað at bøta um korini hjá hennara limum. Tí liggja teir, sum teir liggja.
Letur seg ikki hótta
Ingeborg Vinther er sjálv besta prógvið um, hvussu lítið fæst burturúr at hótta við verkfalli í tíð og úrtið.
Óli Jacobsen er púra sannførdur um, at verkfallshóttanin er tað bera ³bluff3.
Tað fer bara at skaða teirra áhugamál. Tí sum tað stendur aðrastaðni í blaðnum, verður frávik gjørt í lógini um, at skipini kunnu avreiða í mesta lagi 25% uttanlands, uttan at missa fiskidagar.
Og eitt lóggevandi ting, sum vil takast í álvara, letur seg ikki hótta uppá henda mátan av feløgum, ið onki hava við málið, sum er fyri, at gera.
Óli Jacobsen vísir eisini á, hvussu nógvir mans eru báði fiska og arbeiða á landi. Og tað eru eisini nógv dømi um hjún, har konan arbeiðir á landi, og maðurin er sjómaður.
Óli Jacobsen roknar við, at tað verður trupult at fáa hesi fólk at fara í verkfall ímóti sær sjálvum, ella ímóti hjúnafelaganum.
Formaðurin í fiskimannafelagnum sigur, at framferðin hjá arbeiðarafeløgunum tænir ongum endamáli, uttan at seta seta verkafólk á landi og fiskimenn upp ímóti hvørjum øðrum, og tað kann aldrin nakað gott spyrjast burturúr.
Skiljast uppá kvamsvís
Óli Jacobsen sigur, at nógvar ábendingar eru um, at okkurt er heilt galið.
Hóast vit ikki hava tøl fyri tí, vita vit, at nógvir fiskimenn eru rýmdir uttanlands at fiska, og at búgva, fyri at sleppa undan skattatrýstinum í Føroyum.
Formaðurin í fiskimannafelagnum sigur, at tað er so galið, at tað er ikki óvanligt, at hjún lata seg skilja uppá kvamsvís, so maðurin ótarnaður kann flyta uttanlands at búgva og sleppa undan skattinum í Føroyum.
Hann sigur, at hann hevur fingið váttað frá sakførarum, at teir hava avgreitt fleiri slíkar hjúnaskilnaðar uppá kvamsvís fyri fólk.
Skulu giftir menn kunna flyta uttanlands at betala skatt, noyðast teir at hava alt húskið við. Men ógiftir menn kunnu gera tað ótarnaðir.
Skipanin í dag er so álvarslig, at hon enntá elvir fiskimonnum við føroyskum skipum, at búseta seg uttanlands fyri at sleppa undan harða skattatrýstinum her.
Ikki av minstuløn
Óli Jacobsen váttar, at fiskimenn fara ikki at fáa skattalætta av minstulønini ella aðrari inntøkutrygd.
Skattalætti verður bara latin av fiskipartinum.
Hetta varð orðað soleiðis fyri at gera tað lættari at fáa tað fram.
Men tað er greitt, at hetta er ein av teimum spurningum, sum verða tiknir upp undir løgtingsviðgerðini.
Men at arbeiðarafeløgini eru farin at gremja seg um tað, er tað bera hykl.
Tí hevði skattalættin eisini verið av minstulønini, høvdu arbeiðarafeløgini havt tað afturat at brikslað fiskimonnum, ³at nú skulu teir ikki bara hava minstuløn frá okkum á landi, nú skulu teir heldur ikki betala skatt av henni....3
Fáa menn at støðast
Endamálið við skattalættanum er ein roynd at fáa fiskimenn at støðast í Føroyum og ein roynd at fáa teir, sum eru rýmdir, at koma heimaftur.
Heldur henda gongdin fram, kann tað í síðsta enda verða trupult at fáa royndar fiskimenn umborð á føroysku skipiniTilsamans skuldi tað givið meiri í landskassan og kommunukassarnar, enn tað, teir missa við at lata skattalættan.
Óli Jacobsen sigur, at tað er heilt náttúrligt at fiskimenn fáa skattalætta.
Fiskimenn fáa ikki tikið lut á vanliga samfelagslívinum, samstundis sum teir mangan hava størri útreiðslur, t.d. til arbeiðsklæðir.
At vera fiskimaður er eisini óvanliga strævið arbeiði.
Óli Jacobsen sigur, at helmingurin av fiskimonnum eru undir 32 ár og bara 3% eru í sekstiárunum.
Men ikki minst fer oljuvinnan at geva fiskivinnuni so harða kapping, at tað er heilt neyðugt at veita fiskimonnum serligar sømdir fyri at fáa teir at støðast. Hetta hava grannalondini viðurkent og tað mgu vit eisini, sigur Óli Jacobsen.