Klokkan sjey sunnumorgunin kókaði býurin framvegis við ungfólki, og hetta vóru fólk, sum høvdu verið í tiltiknu morgunballunum á vertshúsunum í býnum.
Summi av hesum fólkum vóru í øðrviti, og onnur ill í sær.
Tríggjar ferðir valdi politiið at skriva upp brot á politiviðtøkurnar.
Í samband við, at ein ungur maður var heldur harðligur, fór politiið at tosa við henda mannin, sum rópti ókvæmisorð eftir politinum. So legði ein annar ungur maður uppií, vildi ikki akta og fara og tók í armin á einum politisti. Politisturin valdi tá at brúka piparsprey móti manninum, sum varð tikin við á politistøðina at skola sær eyguni.
Vertshúsini hava loyvi at hava hesi morgunballini, men treytirnar eru ymiskar fyri tey ymisku vertshúsini. Summi hava 24 tímarfreist, onnur 48 tímar at boða frá, at tey fara at hava afturlati morgunball. Summi skulu frammanundan upplýsa nøvnini á luttakarunum. Hesum sleppa onnur undan. Halda tey reglurnar, fær politiið einki gjørt.
Politiið dámar einki skipanina við morgunballunum, tí tey hava við sær, at ung fólk ganga og mala og tvætla í býnum til langt ut á fyrrapartin sunnudag.