Morphar & the Ladykillers á Skarv

Seinastu tíðina hava teir sett lív í støð sum Café Kellerdirk, Rosie McGee´s, Studenterhuset, og Den Glade Gris, og leygarkvøldið vitja teir so Skarvin

Morphar & the Ladykillers er eitt serstakliga vælspælandi orkestur, sum er mannað við ungum og rutineraðum tónleikarum, og eru teir tí tann optimali live-bólkurin til eitt feitt dansikvøld í býnum. Morphar & the Ladykillers hevur eitt serstakliga breitt repertoire, sum dekkar alt frá klassiskum 70ara, 80ara og 90ara hittum, til helt nýggjan dansitónleik, so sum Justin Timberlake, Franz Ferdinand, Maroon 5, Scissor Sisters og Nelly. Síðstu tíðina hava teir sett lív í støð sum Café Kellerdirk, Rosie McGee´s, Studenterhuset, og Den Glade Gris, og leygarkvøldið vitja teir so enn einaferð Skarvin, hvar teir fara á pallin beint eftir miðnátt.

Morphar & the Ladykillers vóru síðsta ár høvuðsvinningur í tónleikasendingini ?Magi i luften?, sum hevði Robert Hansen sum vert, og sum var sent á TV3