Tvey fólk lótu lív og trý vórðu løstað í einari spreinging í íbúðarbygninginum Alye Parusa í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
Nú vita útlendskir miðlar at siga, at annar av teimum deyðu er ein hálvhernaðarligur - ella paramilliterur - leiðari í ukrainsku Donetsk-regiónini.
Sambært russisku tíðindastovuni Tass, sum Reuters endurgevur, var ein brestur at hoyra á fyrstu hædd í íbúðarbygninginum.
Russiskir miðlar vita at siga, at ein av teimum deyðu í spreingingini, Armen Sarkisjan, sum er føddur í Armenia, er stovnari av hálvhernaðarligu deildini, Arbat.
Deildin hevur sambært útlendskum miðlum verið brúkt í russisku verjuni í Donbas og Kursk.
Hin, sum læt lív, er ein av trygdarvørunum hjá Armen Sarkisjan.
Sagt verður um Sarkisjan, at hann var forseti fyri sjálvsstýrandi partin í Donetsk, sum Russland nú hevur eftirlitið við, og hann stóð eisini á einum drápslista, sum verður hildin at hava samband við ukrainsku fregnartænastuna.
- Á listanum stóð Armen Sarkisjan lýstur sum landasvíkjari og ein, sum samstarvaði við Russlnd, eins og hann varð roknaður sum samsekur í russisku brotsverkunum móti Ukraina og tess borgarum.
Sambært russisku tíðindastovuni Tass verður atsóknin móti íbúðarbygninginum og Armen Sarkisjan kannað sum drápsroynd.
Úlendskar tiðindastovur vita at siga, at íbúðarbygningurin, har spreingingin fór fram, er gyrdur inni og er undir trygdareftirliti. Lagt verður aftrat, at hetta er ein bygningur, har fleiri kend fólk búgva, eitt nú sjónvarpsfólk og sjónleikarar.
Lesið eisini -
Bumbuspreinging í Moskva - https://www.in.fo/news-detail/bumbuspreinging-i-moskva