Mótmælisskriv: Parkeringshús í miðbýnum er eingin góð loysn

Parkeringshús í miðbýnum er ongin góð loysn! Ein miðbýur fyri børn - ella ein miðbýur fyri bilar?

(Modellmynd)

(Modellmynd)

Grannalagið Tinghúsvegur – Kongagøta – Tungugøta og Lucas Debesargøta finst at ætlaðu byggingini av parkeringshúsi á økinum millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu, sum tykist hava verið í umbúna leingi. Tórshavnar býráð hevur at kalla einmælt samtykt at broyta byggisamtyktirnar á nevnda øki.

 

Grannalagið hevur ta fatan, at hetta er eitt ógvusligt inntriv, sum í øllum førum hevur fyri neyðini eina umhvørvis-árinskanning (VVM-redegørelse), tvs. eina meting av umhvørvinum, av sjálvari ætlanini, av byggiskránni og byggiætlanini, sum kann fáa munandi árin á umhvørvið millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu, millum Niels Finsens gøtu og Tinghúsvegin, og harnæst Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu, sum eru í sama umhvørvi. Í stuttum ynskja vit eina árinsmeting og harafturat eina heildarmeting av omanfyri nevnda umhvørvi, soleiðis at ein verulig heildarfatan av økinum kemur fram við teimum virðum, umhvørvið umboðar.

 

 

 

Børnini og barnafamiljurnar

 

Seinnu árini eru fleiri og fleiri barnafamiljur fluttar oman í miðbýin. Hetta hevur skapt nýtt lív í miðbýnum, og hetta hevur havt við sær, at børn dagliga ferðast á Tinghúsvegnum, í Tungutøtu, Niels Finsensgøtu, Kongagøtu og yvir til Grasagarð. Hetta áttu myndugleikarnir at fegnast um. Men ferðslan í miðbýnum er stór, og við einum nýggjum og stórum parkeringshúsi fer ferðslan at fleirfaldast og hava skaðiliga ávirkan á trivnaðin í økinum - serliga fyri børnini. Spurningurin er einfaldur: skulu vit hava ein miðbý fyri børn og barnafamiljur? Ella skulu vit hava ein miðbý fyri bilar? Svarið er einfalt. Vit viðurkenna, at miðbýurin hevur avbjóðingar í mun til parkering. Men at leggja eitt parkeringshús mitt í einum øki, sum longu er trongt og smælt, er eingin góð loysn. Heldur átti onnur loysn at verið funnin, sum longu verður nýtt til parkeringsøki, t.d. Skálatrøð.

 

Talið á akførum er uml. 41.000. Tað boðar ikki frá góðum, at enn fleiri bilar skulu førast inn í trongu gøturnar í miðbýnum. Eigur býurin ikki heldur at raðfesta eitt enn betri busssamband? Ella at víðka um talið av parkeringsplássum í økjum, sum longu verða brúkt sum parkeringsøki? Tórshavnar kommuna hevur í fleiri umførum ynskt at tálma ferðsluna í miðbýnum. Kommunan hevur eisini fegnast um, at fólk við børnum búgva í miðbýnum og skapa lív og rørslu í økinum. Men nýggja ætlanin fer beint ímóti hesum signalum.

 

Broytta byggisamtyktin fyri økið millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu hevur til endamáls at fáa enn fleiri bilar inn í trongar gøtur og vegir. Tað fer mest sannlíkt at skapa ferðsluóskil. Tað verður kinkur í ferðsluni í Bøkjarabrekku, Niels Finsens gøtu, í Lucas Debesargøtu, fyri ikki at tala um í sjálvari Kongagøtuni og inni í Tungugøtu. Vit meta snøgt sagt ikki, at tað er ráðiligt at byggja eitt parkeringshús við so nógvum parkeringsplássum mitt í einum av trongastu býarpørtunum í býnum.

 

 

 

Søgan

 

Talan er eisini um partar av teimum søguligu útstykkingunum og býlingunum av Vaglinum og niðan í Sjúrðargøtu, norðanfyri Finsen, sum komu í tíðini frá 1870-árunum og fram til 1930-árini, og sum skaptu fín og góð grannaløg í tí nýggja býnum uttanfyri ta gomlu Havnina millum Eystara- og Vestaravág. Hesin miðbýur myndar sanniliga Havnarbý í dag, Ingutrøð, Lucas Debesar gøtu, Konga- og Tungugøtu, Tinghúsvegin og Niels Finsens gøtu. Í ‘Tórshavnar býatlas – hús og býarumhvørvi’ (Tórshavnar kommuna 2007) verður víst til Tinghúsvegin og Niels Finsens gøtu, ávikavist bls. 19 og 20, sum eru tættir í býarumhvørvinum, sum hava virði fyri Havnina og fyri miðbýin.

 

 

 

Parkeringshúsið fer ímóti samgonguskjalinum

 

Hvørjum tænir Tórshavnar Býráð? Tað tykist sum um, at eigarin av nevnda øki, sum ikki er borgari og tí heldur ikki skattaborgari í Tórshavnar kommunu, fær vælvildina frá kommununi. Tórshavnar býráð eigur í staðin at røkja áhugamálini hjá borgarunum í høvuðsstaðnum. Í Samgonguavtaluni, dagfest tann 31. desember 2020, nevnt “Býráðið fyri borgaran”, vil býráðssamgongan

 

- skapa fólkaræðisligan nærleika, so borgarar kenna seg hoyrd og vird, tá kommunan tekur avgerðir – politiskt og fyrisitingarliga – sum ávirka liviumstøður teirra og gerandisdagin

 

Býráðsamgongan vil

 

- standa saman um vælferðina og trivnaðin í kommununi

 

Býráðsamgongan ásannar, at

 

- Bústaðurin er miðdepilin hjá familjuni, savningarstaðurin fyri trivnaði og menning og maskinrúmið í familjulívinum

 

Býráðssamgongan vil

 

- byggja grønari og klókari, og varðveita serstaka dámin í kommununi við grønum økjum og frílendum

 

Býráðssamgongan vil

 

- gera betur skipað ferðslu- og parkeringsviðurskifti í miðbýnum

 

men vil eisini

 

- gera tað smidligari og meira lokkandi at súkkla og brúka bussar

 

Grannalagið tekur undir við teimum flestu av hesum visjónum. Men ætlanin at byggja nýtt parkeringshús er í stríð við visjónina um at styrkja trivnaðin í miðbýnum. Ætlanin fer eisini ímóti ambitiónini at byggja grønt og varðveita dámin í býnum og at fáa fleiri at súkkla og brúka bussarnar.

 

Hvørji eru fakligu atlitini í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu í mun til býarheildina og trivnaðin í miðbýnum - ikki minst fyri børnini, sum búgva í økinum, og sum framyvir skulu navigera í einum umhvørvi við alsamt meiri intensivari ferðslu? Og hvat við øðrum fagurfrøðiligum atlitum? Grannalagið ynskir ikki, at málið gerst ein nýggj Karlamagnusarbreyt, sum er eitt dømi um vánaliga býarskipan og vantandi planlegging.

 

 

 

Grannarnir og avleiðingar av broyttari byggisamtykt

 

Í niðara borði á Tinghúsvegnum fer ætlaða byggingin at skugga fyri hjá teimum, sum har búgva. Eitt skuggadiagram, og ikki ein pilkað og villleiðandi myndgjørd lýsing av einum sjónligum inntrivi, hevði somuleiðis víst, hvussu illa næstu grannar hjá einum p-húsi verða viðfarnir. Ætlaða byggiætlan fer enntá inn á ognirnar hjá grannum, uttan at nakar myndugleiki hevur verið á gátt, og uttan at nøkur kunning hevur verið. Hetta er ikki góður fyrisitingarligur ella politiskur siður.

 

Í samband við staðsetingina av einum parkeringshúsi eru tveir tættir sera týdningarmikilir. Tann fyrri er staðsetingin sum heild, og tann seinni hvørji árin byggingin hevur á umhvørvið. Tískil er tað sera týdningarmikið, at ein umhvørvis-árinskanning verður gjørd, sum væl og virðiliga lýsir, hvørji árin ætlanin hevur bæði á býin og býarlívið sum heild, men eisini á nærumhvørvið og grannalagið. Ein slík kanning kundi m.a. viðgjørt hesar spurningar:

 

Staðseting:

 

1. Hvat er plásstørvurin?

 

2. Hvar er komandi brúkarin, tvs. uttanbýggja fólk, fólk sum arbeiðir í býnum ella fólk sum búgva í býnum, fólk sum skulu handla í býnum?

 

3. Hvar er rætta staðseting av meira parkering í mun til innkomuvegir?

 

4. Hvar er rætta staðseting av meira parkering í mun til atkomu?

 

5. Hvar er rætta staðseting í mun til plásstørv?

 

6. Hvar er rætta staðsetingin í mun til ætlaða brúkaran?

 

Nærumhvørvið:

 

1. Støddin á bygninginum í mun til stykkið

 

2. Støddin á bygninginum í mun til byggingina í økinum, har bygningurin verður staðsettur.

 

3. Nýtslan av bygninginum og ávirkanin á grannalagið av hesari.

 

4. Nøktandi fríøki kring bygningin.

 

5. At fastleggja møguligar dálkingar frá bygninginum og nýtslu tess. Til dømis umhvørvisdálking, ljósdálking og ljóðdálking.

 

6. Hvørjar beinleiðis ávirkan hevur byggingin á granna ognir, so sum skuggadiagramm.

 

7. Hvør verður ferðsluávirkanin á grannaløg.

 

8. Grannahoyring

 

Í mun til ætlanina, sum fyriliggur, er tað als ikki nøktandi, at byggivaldið og kommunan tekur eina avgerð um at broyta byggisamtyktina uttan at taka borgararnar upp á ráð. Tað er ikki ráðiligt at byggja ein parkeringskjallara við so nógvum p-plássum í einum av teimum trongastu býarpørtunum í býnum. Tá var frægari, at byggiharrin helt seg til verandi byggisamtykt og bygdi tað, sum hendan loyvir.

 

Sambært tekningum, sum fylgja við uppskotinum til parkeringskjallaran, so er tann samlaða víddin á grundøkinum 1.506 m2.

 

Við hesari vídd, er tað møguligt at byggja:

Størsta vídd í mun til byggistig: 0,6 x 1.506 m2 = 903 m2

 

Størsta vídd í mun til nýtslistigið: 1,3 x 1.506 m2 = 1.958 m2.

 

Hetta vísur, at um byggiharrin ynskir at byggja ein bygning við so stórari grundvídd sum til ber, kann hann byggja ein bygning í 1, 2, 3 ella 4 hæddum við hesum grundvíddum:

 

1. Við einari hædd verður grundvíddin: 903 m2

 

2. Við tveimum hæddum verður grundvíddin: 903 m2

 

3. Við trimum hæddum verður grundvíddin: 653 m2

 

4. Við fýra hæddum verður grundvíddin: 490 m2

 

Vit meta at hetta meira hóskiligt fyri hendan partin av býnum, í mun til at hava ein bygning við 8 hæddum við einari grundvídd sum er: 1243 m2

 

Grannarnir ynskja samskifti við Tórshavnar býráð

 

Fólkasamansetingin í miðbýnum er ein samanrenning av gomlum slektum, sum hava verið her í fleiri ættarlið, og nýggjum familjum, sum hava valt at búseta seg her, hóast partar av miðbýnum eru trongir og smáir. Her trívast fólk. Her ynskja vit at búgva, uttan at gerandislívið skal standa fyri so ógvusligum broytingum, sum ætlaða parkeringshúsið fer at hava við sær. Býarskipanin og byggimyndugleikin ger eitt alt ov stórt inntriv í hendan partin av høvuðsstaðnum. Hetta kann hugsast væl betri. Her finnast frægari loysnir. Her búgva børn, sum hava rætt til eitt barnavinarligt umhvørvi.

 

Grannalagið vil fegin samskifta við Tórshavnar býráð og fakligu fyrisiting kommunurnar um framtíðina í okkara býlingi og grannalagi, og um trivnaðin hjá húskjum og millum húsa. Her er gott at búgva. Her trívast fólk, og her ynskja vit okkara lív og tilveru.

 

Vinaliga,

 

Býlingurin ‘Tinghúsvegur niðara borð – Kongagøta – Tungugøta og Lucas Debesargøta’

 

 

 

Erland Viberg Joensen og Eyvind Akraberg Hansen

 

 

 

(Modellmynd)