Leygardagin 1. september skipar áhugafelagið Føroya Ellisafør fyri afturvendandi tiltakinum "MC-Boogie", ið hesaferð er ein túrur til Trøllanesar har borðreitt verður við Kaffi, Te og heitt kakao saman við vaflum og bollum.
Luttakararnir møtast í felagshølinum yviri við Strond 22 leygardagin kl. 11. Koyrt verður kl. 12.00 stundisliga til Shell-støðina við Streymin. Umleið kl. 13.15 verður farið víðari til Klaksvíkar, tó við einum stuttum steðgi við rundkoyringina við Skálafjørðin. Kl. 14.15 verður farið við "Sam" yvir á Kalsoynna, og koyrt verður til Trølanesar.
Kl. 17.35 verður farið verður yvir um aftur til Klaksvíkar. Veitsla verður um kvøldið. Nærri um hetta leygardagin.