Móttøka á Blákrossheiminum á Nesi

Í gjár var móttøka á Blákrossheiminum, og nógv var at hátíðarhalda. Blákrossheimið á Nesi er 10 ár, virksemið hevur verið í 40 ár, og 1. oktober tók Anna D Háberg við sum nýggjur leiðari á Blákrossheiminum

Anna D. Háberg tók við eftir Leiv á Lakjuni, sum hevur verið fyribils leiðari í eina tíð.

 

Anna D. Háberg er 57 ára gomul, búsitandi í Tórshavn og ættað úr Fuglafirði. Hon er MA í trivnaðar- og tilfeingissálarfrøði, umframt aðrar leiðsluútbúgvingar. Anna hevur drúgvar leiðsluroyndir frá Varðhaldinum í Mjørkadali, Javna og Føroya Politi.

 

Til móttøkuna vórðu heilsanir og góðynski borin fram, og Gadders framførdi nakrar sangir.

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, nýtti høvi, vegna Nes kommunu, at heilsa uppá og ynskja nýggja leiðaranum hjartaliga tillukku við ábyrgdarfulla starvinum.

 

##med2##

 

##med3##