José Mourinho, venjari hjá Manchester United, er ikki nøgdur við miðlarnar í løtuni. Hann letur illa at, at Manchester United og hann ikki fáa meiri rós fyri, at enda á øðrum plássi í farna kappingarári. Samstundis leggur hann eftir Liverpool og Tottenham.
- Tá eg lurti og lesi, so tað torført at ímynda okkum, at vit endaðu á øðrum plássi. Tit fáa tað at ljóða sum vit fluttu niður, meðan feløgum, ið endaðu undir okkum og einki vunnu, eru vinnandi feløg, sigur José Mourinho, venjari hjá Manchester United á tíðindafundi.
- Tað er ringt at trúgva, at vit blivu nummar tvey. Onkuntíð haldi eg eisini tað er torført at ímynda sær, at eg havi vunnið átta meistaraheiti, harav trý í Premier League. Eg blívi viå at halda, at silvurheiðursmerki í farna kappingarári var ein av mínum størstu brøgdum, sigur José Mourinho víðari.
Paul Pogba, sum hevur verið settur í samband við FC Barcelona, er í dag komin til venjing í Manchester. Tað ljóðar, at franksi miðvallarin ikki longur er í samráðingum við katalanska felagið. Hartil hevur José Mourinho sagt, at ongin spælari verið keyptur áðrenn klokkan 17 í dag, tá flytingarvindeygað letur aftur.
Manchester United skal fríggjadagin spæla móti Leicester City í fyrsta dystinum í nýggja kappingarárinum í Premier League.