Mowi 66,6 milliónir í yvirskot

Alifyritøkan Mowi Faroes hevði at kalla sama úrslit í 2020 sum árið fyri.

 

Tað vísir roknskapurin hjá felagnum, sum er kunngjørdur á vinnuvitan.biz.

Virksemið hjá P/F Mowi Faroes umfatart øll framleiðslustig av aldum laksi frá rognum til sølu av kruvdum laksi.

– Ársin nettosøla er 393,8 milliónir krónur ímóti 341,9 árið fyri. Úrslitið er eftir skatt 66,6 milliónir krónur ímóti 67,5 árið fyri, skrivar leiðslan, sum er nøgd við úrslitið.

Mowi gjørdi íløgur fyri 23,6 milliónir krónurí 2020.

Um serliga váðar skrivar felagið í ársfrágreiðingini, at laksalúsin er størsti trupulleikin við alivinnnuni í dag.

– Hetta er ein avbjóðing, ið felagið áhaldandi arbeiðir við at finna loysnir á, eitt nú nýtsla av rognkelsum. Felagið nýtir ikki antibiotika í framleiðsluni, skrivar felagið.

Um framtíðarútlitini skrivar felagið, at heimsmarknaðurin fyri aldan laks er øktur støðugt seinnu árini, og sama er við framleiðsluni. 

##med2##

– Mett verður, at heimsframleiðslan økist nakað komandi árini. Marknaðurin í 2020 hevur verið nógv merktur av koronufarsóttini, og væntandi heldur hetta fram nakað inn í 2021, siga tey í Mowi.

Framleiðsluviðurskiftini hjá P/F Mowi eru støðug, tó sveiggjar tøkunøgdin frá ári til árs. Høvuðsavbjóðingin í framtíðini er at varðveita eina sjúkufría framleiðslu við støðugum denti á lágar framleiðslukostnaðir og framleiðslu av einari góðsluvøru, skrivar felagið.

Mowi letur einki vinningsbýti í ár sambært roknskapinum. Síðani 2009 hevur Mowi tríggjar ferðir útlutað vinningsbýti upp á tilsamans 329 milliónir krónur.

Stjóri í P/F Mowi er Hans Jákup Mikkelsen

Í nevndini sita:

Benjamin James Hadfield, formaður

Hans Jákup Mikkelsen, nevndarlimur

Arne Ree Winthereig, nevndarlimur

Tað er norska felagið Mowi ASA í Bergen, sum eigur partapeningin í P/F Mowi Faroes.