Mr Vivino vitjar heim á klettarnar

Ein altjóða vínmarknaður og 60 milliónir brúkarar. Kosin ársins íverkseti av GB Bullhound í 2020 er navnframi Heini Zachariassen eitt undangongufólk innan tøkni og íverksetan, og 12. mai kemur hann til Føroya at halda fyrilestur á Tonik, fyrstu føroysku, altjóða KT stevnu.

Endamálið við Tonik er at geva føroysku KT vinnuni ein kveikjandi og savnandi pall, har møguleiki verður fyri at fáa íblástur frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum/íverksetum og íleggjarum. Og ikki minst fyri at knýta sambond.

 

Møguleiki verður eitt nú at luttaka á workshop og framløgum frá 20 fyrilestrahaldarum úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Norra, Kanada, USA, Onglandi og Ísrael um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan.

 

Heini hevur, áðrenn hann setti Vivino á stovn, stuðlað talríkum startups og hevur verið partur av at menna altjóða nettrygdarfyritøkuna BullGuard. Harafturat er hann vertur á YouTube-røðini Raw Startup, har hann ráðgevur íverksetum og nýstovnaðum virkjum (startups). Drúgvu royndirnar gera tí Heina til eitt upplagt ískoyti, tá fyritøkur, bæði føroyskar og útlendskar, og fremstu listafólk okkara fara at vísa fram teirra nýskapandi loysnir og kreativu tilgongd.

 

Stevnan er fyri vinnuna og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan. Kveikjandi virksemi innan tøkni verða á fimm hæddum í óhátíðarligum, estetiskum og listarligum umhvørvi í SILO í Sjóvinnuhúsinum.

 

Meira fæst at vita á heimasíðuni www.tonik.fo