MRCC
Yvirtøkan av MRCC støðini varð so væl fyrireikað sum tilbar.
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá ið MRCC varð yvirtikið 1. apríl í 2002.
Nú Norsk Veritas hevur kannað leiklutin hjá MRCC í sambandi við at Jøkulfell gekk burtur, eru fleiri viðurskifti nevnd, har tørvur er á ábótum. Eitt nú manglar bæði tilbúgving, venjingar og greiðar mannagongdir, eins og samskifti ikki er nógv greitt.
Men Jørgen Niclasen heldur fast um, at orsøkin til hesi brek liggja ikki í, at yvirtøkan varð ov illafyrireikað.
Tað bar illa til at fyrireika tað betri, sigur hann.
Fyrireikaðu so væl sum tilbar
Hann heldur annars, at tað er undraligt, at tað er ikki fyrrenn nú, MRCC er yvirtikin, at spurnartekin verða sett við dygdina í tænastuni, men øll tey árini, støðin var á donskum hernaðarligum hondum, spurdi ongin um nakað. Tað sama gjørdi seg galdandi við skipaeftirlitinum.
Hvussu støðin virkaði á donnskum hondum, vita vit onki um, tí tað varð hervaldið sum umsat hana og tað var lukkað land, so haðani fingu vit onki at vita.
Men tað, at spurnartekin verða sett við virksemið á støðini, ger bara tað, at tænastan batnar og tí var tað avbera gott, at vit yvirtóku MRCC, heldur gamli landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at tá ið støðin varð yvirtikin, var uppá tal, at oljuvinnan ikki vildi góðkenna støðina, sum hon var á donskum hondum og at oljutilbúgvingin tískil skuldi vera í Skotlandi.
Men í sambandi við yvirtøkuna, fingu vit ein enskan ráðgevara og eftir drúgvar venjingar og fyrireikingar annars, góðtók oljuvinnan støðina.
Jørgen Niclasen sigur, at tað varð alstórur dentur lagdur á at fáa støðina at virka so væl sum gjørligt. Av tí sama var støðin løgd í sama húsi sum Tórshavnar Radio, sum nógv samskifti var við og báðir stovnarnir vóru lagdir saman fyri at tryggja eitt nágreiniligt samskifti ímillum báðar partar.
Samstundis varð tilbúgvingin fyri Føroyar flutt úr Fiskimálaráðnum og løgd í sama bygningfyri at tryggja so gott samskifti og samband, sum tilbar.
Tí tykist tað løgið, at Norsk Veritas skal koma til ta niðurstøðu, at tað knípur við samskiftinum ímillum teir ymsu partarnar.
Alarmsentralurin og MRCC leggjast saman
JørgenNiclasen heldur kortini, at eftir frágreiðingini frá Norsk Veritas at døma kundi okkurt bent á, at tað er ikki fylgt nóg væl upp síðani, uttan at hann hevur so nógv at hava tað í.
Men hann heldur, at vit eiga nú at umhugsa at lata óheftar stovnar meta um okkara MRCC støð við jøvnum millumbili fyri at tryggja eitt so høgt støði, sum gjørligt.
MRCC støðin eigur at verða send til próvtøku við jøvnum millumbili. Tað er í hvussu so eitt úrslit, sum eigur at koma burturúr hesari kanningini.
Hann ivast ikki í, at MRCC støðin hevur venjingar, men hann heldur eisini at tann parturin eigur at raðfestast hægri.
Norsk Veritas vísir eisini á, at av tí at virksemið hjá MRCC støðini í Føroyum ikki er so stórt, sum á líknandi støðum í øðrum londum, setir tað økt krøv til at venjingar.
Jørgen Niclasen vísir eisini á, at hann hevur fyrr skotið upp at leggja Alarmsentralin hjá løgregluni og MRCC støðina saman fyri at gera fólki meiri vant at arbeiða við slíkum uppgávur, men tað fekst ikki undirtøka fyri tí tá.
Vit eru so lítið øki at eg veit ikki um tað er rætt at hava eina MRCC støð fyri sjóøkið og eina aðra Alarmsentralin- fyri landøkið.
Eftir tí, sum nú er hent, eri eg farin at ivast í, um tað kortini ikki er tað einasta rætta at leggja Alarmsentralin og MRCC saman, eisini tá ið vit hava tað í huga, hvussu Alarmsentralurin er kritiseraður seinastu tíðina.
Tí heldur Jørgen Niclasen, at eisini tað er ein spurningur, sum nú eigur at verða tikin upp fyri at menna bjargingararbeiðið, bæði á sjógvi og landi.