Mrs. Robinson útlúgvað

Robinson-luttakararnir livdu undir hørðum treytum og tað var mangan baldrut og rokut. Føroyski luttakarin, Erla Dal Mørch, visti beinanvegin, hvussu torført alt fór at verða. Hitin var ræðuligur og hon kendi á sær, at hon var føroyingur, ið ikki er samskrúvaður til tropiska veðurlagið.

Eins og 720.000 danir og hópur av føroyingum sat Erla Dal Mørch spent og hugdi at 1. parti av Robinson-ferðini, ið varð sendur mánakvøldið á TV3. Erla er føroyska mrs. Robinson á kappingarferðini.


Hendan 47 ára gamla havnakonan er afturkomin til Blokhus í Jútlandi, har hon býr saman við manni sínum.


Hon kom longu aftur til Danmarkar seinast í juli, men hon hevði onga upptøku sæð áðrenn fyrsti partur varð sendur fyrrakvøldið.


? Tað kundi eg væl, um mær lysti, men mær dámar best spenning, sigur Erla í telefonsamrøðu við Sosialin.


Erla var sera væl nøgd við fyrstu sendingina, hóast hon ikki helt stríðið og strevið koma nóg væl til sjóndar í sendingini.


? Í løtum tyktist tað sum talan var um eina vanliga frítíðarferð, sigur hon flennandi.


Øgiliga spennandi


Áðrenn Erla og kappingarneytar hennara fóru úr Danmørk, hugsaði hon nógv um, hvussu hon mundi fara at bera seg at tá á stóð, men tað hon væntaði gjørdist ikki veruleiki.


? Onki varð sum væntað. Vit livdu undir hørðum treytum og tað var baldrut og rokut. Eg kendi alt fyri eitt á mær, hvussu torført alt fór at verða. Hitin var ræðuligur, og eg kendi beinanvegin á mær, at eg var føroyingur, ið ikki er samskrúvaður til tropiska veðurlagið. Tankavirksemið steðgaði nærum heilt upp, sigur Erla Dal Mørch, sum kortini leggur dent á, at hon hevur havt nakrar ótrúliga spennandi upplivingar.


Okkurt garvilt


Í roynd og veru var Erla ikki ein teirra, ið sat sum á nálum við sjónvarpsskíggjan ta ferðina Robinsonferðin fyrstu ferð var á skránni. Men kortini las hon um sendingina í bløðunum.


? Júst tá hevði eg tørv á nýggjum og spennandi avbjóðingum, tí eg kendi á mær, at eg hevði eitt veldugt yvirskot á »orku-kontoini«. Henda yvirskotsorka hevði við sær, at eg søkti um farloyvi frá arbeiði mínum í heilsuverkinum og fór at ganga á skapandi verkstaði?


Tá Robinson-kappingin kom Erlu fyri eyga, helt hon hetta vera hitt rætta høvið til at gera okkurt garvilt og vandamikið, sum av álvara fór at broyta gerandisvanarnar, og tí søkti hon um at sleppa við. Einar 3 mánaðir varð hon roynd bæði upp á kropp og sál, og hon varð sum kunnugt mett nóg stinn at vera.


Maðurin fingið »nýggja« konu


Erla Dal Mørch sigur, at meðan tey vóru á tropuoynni var ikki nógv gjørt burtur úr, at hon er føroyingur, men eina ferðina tóku myndamenninir upp meðan hon tosaði við systir sína; og tað var á føroyskum.


Júst afturkomin av Filipsoyggjum var bert eitt í huga Erlu, og tað var at sleppa at hvíla seg.


? Eg var útlúgvað og lætnað munandi eins og eg hevði stóran tørv á at tosa um ógvusligu upplivingarnar. Hóast lættisoppabløðini høvdu góðan hug at tosa við meg, hevði eg ikki hug at »vera almenn« aftur beinanvegin, nú so nógv hevði verið tosað um okkum í fleiri mánaðar, sigur Erla Dal Mørch, ið fegnast um góða stuðulin hon hevur fingið frá manni sínum.


? Maðurin var góður at koma heim til; serliga tí eg hevði so stóran tørv á stuðli. Hóast eg eri hin sama Erla, hevur hann nú fingið eina »nýggja« glaðari konu, og tá eg eri glað, er hann eisini glaður?


600 tímar upptiknir


Erla vil ikki avdúka, hvør gjørdist vinnari í Robinson-stríðnum. Og hon vil heldur ikki koma við nakrari ábending um, hvør hesin hepni er. Hon sigur seg hava samband við fleiri teirra, sum vóru við á ferðini.


? Eg eri ikki serliga køn í svikaráðum, so eg havi ongar óvinir fingið á ferðini; bert nakrar nýggjar vinir, sigur hin fegna Erla Dal Mørch, ið ætlar sær til Føroya st vitja mommuna aftur komandi summar.


Hóast upptøkurnar langt síðani eru lidnar, stendur stórur partur av arbeiðinum hjá TV3 enn í hálvum gekki. Partarnir verða nevniliga kliptir so hvørt teir verða sendir. Einir 600 tímar vórðu tiknir upp, og bert 13 verða sendir. Sambært TV3 tekur tað 7 tímar at redigera bert ein minutt?


Hyggjarahagtøl, ið trívast væl á undirhaldsstøðum sum TV3, benda á, at o.u. 1 millión fólk fara at seta seg við sjónvarpið komandi mánadagarnar klokkan 19.00.