MT Højgaard segði fólki úr starvi sum brutu sóttarhald

Sermitsiaq veit í dag at siga, at byggifyritøkan MT Højgaard í Nuuk hevur sagt fýra arbeiðsmonnum úr starvi, tí hesir brutu reglurnar um sóttarhald við komu til Grønlands.

 

Ein uppsøgn og 6000 krónur í bót í part.

Hetta er sektin, sum fýra arbeiðsmenn hjá MT Højgaard í Nuuk hava fingið fyri at bróta reglurnar um sóttarhald við komu til Grønlands. Talan er um fýra menn í aldrinum, 20 til 24 ár, sum løgreglan í Grønlandi hevur skuldsett fyri brot á sóttarhaldsreglurnar.

Umframt at fáa eina bót hvør á 6000 krónur, hevur arbeiðsgevarin, sum sambært Sermitsiaq er MT Højgaard, sagt menninar úr starvi. Sambært heimasíðuni hevur MT Højgaard eisini kravt teir fýra eftir endurgjaldi fyri útreiðslur í samband við teirra starvssetan hjá felagnum.

Løgreglan í Grønlandi sigur í tíðindaskrivi, at umrøddu menn í tveimum førum brutu galdandi kunngerð um sóttarhald. Sama dag, sum teir komu til Grønlands, brúktu teir hvørki munnbind ella hjálmglugga, tá teir fóru í ein matvøruhandil at keypa. Í einum øðrum føri fóru teir á eina venjingarmiðstøð.

Sermitsiaq veit at siga, at báðar hesar hendingar fóru fram, áðrenn menninir høvdu fingið vissu fyri, at teir ikki vóru smittaðir við covid-19. Tað skuldi tó vísa seg, at eingin teirra var fongdur við koronu.

Løgreglan fegnast um, at arbeiðsplássið hevði ein stóran leiklut í uppkláringini av málinum, og her hjálpti MT Højgaard sambært Sermitsiaq eitt nú løgregluni við video-tilfari og smittusporing. - Tað er ógvuliga positivt, at lokalar fyritøkur stuðla løgregluni í sínum arbeiði, sigur fútin í Nuuk, Bjørn Tegner Bay.

##med2##