Í morgun klokkan 07 bleiv verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar víðkað til eisini at fevna um allar limir felagsins, ið arbeiða á seingjadeildini í Klaksvíkar sjúkrahús og seingjadeildini G4 á Landssjúkrahúsinum.
Tá talan er um einastu seingjadeild á Klaksvíkar sjúkrahús, hevur ikki borið til at flutt sjúklingarnar til aðrar deildir, og hevur sjúkrahúsi sostatt søkt Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um undantak til, at tvær sjúkrarøktarfrøðingar eru til arbeiðis.
- Tað er seks fólk eftir á deildini í morgun, annars eru øll onnur útskrivaði. Vit hava fingið undantak at hava opið, men tað keðiliga er, at tað undantakið bara er galdandi í ein dag. So eg gangi út frá, at vit í kvøld muga søkja fakfelagið um undantak av nýggjum, sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Undantakið frá fakfelagnum loyvir sjúkrahúsinum, at hava tvær sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis á hvørja vakt. Tvær um dagin, tvær um kvøldið og tvær um náttina.
Tað eru tíggju dagar síðan, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið slitnaðu, og felagið lýsti verkfall fyri allar narkosusjúkrarrøktarfrøðingar. Mánadagin í síðstu viku bleiv verkfallið víðkað til at fevna um leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum, hósmorgun bleiv seingjadeildin B7 á Landssjúkrahúsinum stongd, og í morgun fóru sjúkrarøktarfrøðingarnar á seingjadeildini í Klaksvíkar sjúkrahúsi og G4 á Landssjúkrahúsinum í verkfall.