G! Festival boðar seinnapartin frá at íslendski úrmælingurin Mugison verður partur
av skránni.
Mugison var á G! í 2006. Tá gekk teldan hjá honum fyri, og valdu hann og bólkurin í
eini knappari vending at spæla bluesrokk í staðin fyri tað electroniska
blandingssettið, ið var planlagt. Seinastu árini hevur Mugison bygt sær sítt
heimagjørda elektroniska ljóðføri, ið hann kallar Mirstrument. Og Mirstrumentið
kemur við á G!, so mikið er greitt.
-Møguliga hevur hann aðrar tónleikarar við eisini, møguliga ikki. Tað er ikki til at vita, táið tú hevur við Mugison at gera, sigur Jón Tyril, fyriskipari av G!
Mugison hevur givið út tríggjar fløgur, trý soundtrakk og eina live fløgu. Hóast
fløgurnar vera sendar um allan heim og ummælarar í fleiri av fremstu
tónleikabløðunum kappast um at rósa teimum, so eru tær eru so heimagjørdar og
lokalar, sum til ber. Hann ger tónleikin, tekur upp , brennir fløgur, teknar og
seymar húsar - alt sjálvur ella saman við unnustuni heima í Suðavík, tætt við
Ísafjørð, har pápi hansara, havnafútin býr.
Mugison er bygdasligur uppá tann globala
mátan við nærveru og lívskraft sum tey fægstu og einari víðopnari heimsmynd og
lívssjón.
?Mugison is Iceland´s oddball musical genius and heir to his nation´s musical
kingdom? - Clash Magazine
Hesum boðar G! festivalurin frá í dag.