Mugison kemur á G!

Íslendska kvinnan eitur í heimsins oyrum Björk. Hvat maðurin eitur, er ikki týdningarmikið her - men íslendski sonurin eitur Mugison. Og hann kemur á G!

Viðurkenningarnar bólta oman líðirnar í Ísafirði. Og nú kemur Mugison til Föroya. Við teldu og gittari og mugi-kassanum hjá sær. Gleðið tykkum. Og gleðist um, at tónleikur kann vera so ektaður og persónligur, sum tá ísafirðingurin við heimlongslinum fer á pallin, skrivar G!Festivalurin á heimasíðu síni.

Mugison er sonur havnafútan á Ísafirði. Hann kallar pápa sín papamug. Og mammu sína mugimama. Og ein dagin fór mugisonurin úr Ísafirði, sum er ein bygd ógvuliga langt vesturi í Íslandi. Hann hevði gjørt eina merkiliga fløgu, og seldi 70 eintøk av henni. Tey flestu til ommu sína. Hann keypti ein ferðaseðil fyri pengarnar og endaði í London. Ella - har helt hann, at hann fór at enda. Hann hevði funnið tey røttu fólkini til síni undarligu tónleikahugskot. Tey tóku upp ljóð úr stórbýarferðsluni, og sungu sannleikans blues. Men Mugison var ikki komin á rætta staðið. Hann fór víðari. Við sær hevði hann mugi-kassan, við øllum, honum nýttist at framføra tónleikin hjá sær - pluss klæði at skifta við. Í Malaysia hitti hann ein bersøgnan mann, sum fortaldi honum, at hann var ein wannabe. Ein vil-vera. Og tað var rætt. Men maðurin segði eisini, at hann hevði nakað at geva fólki - hann skuldi bara finna tað fyrst. So Mugison fór víðari. Og kom aftur til Ísafjarðar. Fløguna Mugimama - is this monkey music? gjørdi hann saman við mugimamu, systrunum, pápanum, abbanum og unnustuni. Ikki tí tey vóru so listarlig,havnafútin og tey - men tí hetta vóru tey, Mugison var góður við. Er.

Bløðini í Bretlandi, Írlandi og California siga, at tá Mugison fer á pallin, kann alt henda. Alt, sum ein maður við teldu, skaputum mikrofonljóðum og gittari, kann finna uppá. Hann er ektaður. Hann og unnustan Rúna hava gjørt ein sang um frek ting, ein kundi sagt til eina jarðarferð. Og ein, sum eitur Murr Murr. Ein annar sangur er gjørdur til ein ávísan vinmann - og ljóðið afturvið er Mugison, sum ger kaffi til vinmannin. Mugison er sum Bjørk við høvuðpínu, søgdu bløðini. Og sum Beck á einum ísfjalli. Men hann er framvegis Mugi-sonur, við einum mugi-pápa og eini mugi-mammu. Eisini um allur tónleikaheimurin eftirhondini heldur, at hann er sonur norðlýsið og fjøllini fram við Vestfirðum. Tá hann hevur verið á G!, eru heilt vist nógvir mugi-vinir, ið fara at sakna hann. Og høvdu viljað havt hann at gjørt sær ein kaffimaskinusang. Ella koyrt ein langan biltúr, meðan hann fortelur, hvussu tað var at vera ein vil-vera, og finna heim til Ísafjarðar.