Samgongan ætlar at avmarka nýtsluna av tí, tey kalla f-gass og tí sambandi arbeiðir Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, at broyta eina kunngerð um hesi viðurskifti.
F-gass eru nøkur sløg av sterkum vakstrarhúsgassi. Tað verður serliga brúkt í køliskipanum umborð á ávísum skipum.
Í Vinnuhúsinum taka tey fult undir við endamálinum. Men tey halda, at skotbráið at skifta er alt ov stutt. Tey siga, at tað eru einir 1000 køliskipanir, bæði sum brúka f-gass, bæði virki á landi og skip.
Eftir ætlanini hjá samgonguni skal tað ikki verða loyvt at fylla nýframleitt F-gass á køliskipanir í Føroyum, frá 1. januar 2024.
Tey halda, at hetta er alt ov stutt freist. Eftir ætlanini hjá samgonguni verður tað loyvt at fylla endurvunnið gass á køliskipanirnar í Føroyum fram til 2030, men tað ber illa til at fáa fatur á endurvirkaðum gassi í dag – umframt at tað er fleiri ferðir dýrari enn nýframleitt gass.
Tí er tað ikki nøkur loysn at tað verður loyvt at brúka endurvirkað gass, siga tey í Vinnuhúsinum. Tey siga, at hendan ætlanin hjá samgonguni fer at raka fleiri farmaskip og ferðamannaskip. Hvørjar avleiðingarnar verða, vita reiðarafeløgini ikki rættiliga enn, tí tey hava ikki havt stundir til at kanna tað nærri.
Men freistin er ov stutt, tí tað tað eru langar leveringstíðir upp á nýggjar køliskipanir. Harumframt skulu umbyggingar helst eisini gerast umborð á skipunum og tí er freistin, sum er 1. januar í 2024, alt ov stutt - og helst eisini ómøgulig - at ganga á møti, sigur Vinnuhúsið.
Tey halda, at ein loysn kundi verið at longt freistina til 1. januar 2030.