Sum er hevur Atlantic Airways eina sokallaða súluskipan, har ein ferðandi eftir tíggju flogferðir við fær eina ókeypis ferð frá Atlantic Airways. Nýggja skipanin hjá FaroeJet gevur teim ferðandi eina ókeypis ferð hjá teimum, eftir at hava flogið fimm ferðir við annaðhvørt FaroeJet ella Atlantic Airways, ella við øðrum orðum tvær ókeypis ferðir eftir tíggju flogferðir.
Stjórin á Atlantsflog segði í morgun, at hann ikki kundi gera tær stóru viðmerkingarnar til nýggja átakið hjá FaroeJet. Kortini undraði tað ikki Magni Arge, at FaroeJet kom við eini slíkari skipan.
- Tað undrar meg ikki, at FaroeJet fer undir eina líknandi skipan sum súluskipanin, segði Magni Arge.
Spurdur beinleiðis um, hvat mótspæl Atlantic Airways fer at koma við, ella um teir yvirhøvur fara at koma við nøkrum, segði Magni Arge, at hann ikki kundi siga nakað áðrenn hann hevði sett seg inn í málið, men legði aftrat, at tá marknaðartreytirnar broytast, so má Atlantic Airways fyrihalda seg til tað.