Tað hevur leingi verið sagt, at nøkur av okkara dýrabærastu fornminnum í Kirkjubø, eru í vanda fyri at verða skolað í havið, tí brimið máar alsamt burtur av bakkanum. Og í fleiri ár hevur eisini verið ávarað um, at tey tola ikki eina ódn afturat.
Men tað noyðast tey, tí tað verður í hvussu so er ikki í ár, at nakað ítøkiligt verður gjørt við trupulleikan. Men kortini verður tað í ár, at sjøtul verður settur á arbeiðið at tryggja fornminnini ímóti at fara fyri bakkan, tí Løgtingið hevur sett eina millión av til at kanna og fyrireika málið.
Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, hevur spurt Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, um tað ikki er Landið, sum hevur ábyrgdina av at verja fornminnini. Og hann hevur eisini spurt um ikki grót úr Sandoyartunlinum kann brúkast til endamálið.
Heðin Mortensen ásannar, at tað er ábyrgdin hjá landinum. Og hann sigur, at í ár er ein millión sett av á fíggjarlógini til endamálið, og hon skal brúkast til at kanna og fyrireika arbeiði, og at gera eitt forprojekt, sum verður liðugt í ár.
Tað er ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Mentamálaráðnum, Tjóðsavninum, Tórshavnar Kommunu og Landsverki, sum arbeiðir við ætlanini og roynir at fáa greiði á, hvussu tað er best at fara fram, tí umframt at verja fornminnini, skal eisini hugsast um náttúran skal ikki skemmast meiri enn neyðugt.
Heðin Mortense sigur, at ætlanin er at kanna viðurskiftini á botninum uttan fyri Kirkjubø og at gera teldumodell fri at vita, akkurát, hvussu ein brimgarður skal gerast. Hann sigur, at ætlanin er at gera ein brimgarð upp á 250 metrar frá Ólavskirkjuni, undir Múrinum og út til Líkhúsið sunnan fyri múrin.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað er avgerandi at Landið samskipar ymsar verkætlanir fyri at fáa sum mest burtur úr, og í hesum føri merkir tað, at grót úr Sandoyartunlinum kann brúkast til endamálið. Og Heðin Mortensen sigur, at hann hevur gjørt avtalu við felagið, sum skal gera Sandoyartunnilin um at grót úr tunlinum skal brúkast til brimgarð í Kirkjubø.
Og hann leggur afturat, at tá ið friðingarmyndugleikarnir hava givið loyvi, og Løgtingið játtar peningin, kann arbeiðið byrja beinanvegin.