Seinastu tíðina hevur stórt trýst verið á Tórshavnar Býráð um at loysa kreppuna í barnaansingini. Yvir 150 børn standa á bíðilista og tað gongur ill at manna stovnarnar við starvsfólki.
Tað fekk borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen at bjóða landsmyndugleikuum á fund um støðuna, og hann hevur nú verið. Í hesum sambandi hava Aksel V. Johannesen, løgmaður, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, verið á fundi um tørvin á eini heildarætlan fyri dagstovnaøkið.
##med2##
Borgarstjórin visti tá á, at stóra starvsfólkatrotið á dagstovnaøkinum, kann bara loysast politiskt, um landsstýrið, løgtingið og kommunurnar seta seg saman at finna felags loysnir.
Ein partur av loysnini er at útbúgva fleiri námsfrøðingar og at hækka lønina. Býráðið sigur í tíðindaskrivi, at løgmaður staðfesti, at samgongan ætlar at hækka lønirnar á dagstovnaøkinum, og at stytta um arbeiðsvikuna. Samstundis er ætlanin at útbúgva fleiri námsfrøðingar og hjálparfólk.
Heðin Mortensen sigur kortini eftir fundin, at ongar beinleiðis niðurstøður vórðu gjørdar.