Mugu vísa meira

- Fleiri av leikarum okkara als ikki tykjast hava neyðuga klassan. Vit eru fleiri, sum skulu spæla munandi betri og vísa, at tað eru Týskland, sum vit spæla fyri, sigur týski miðvallargeneralurin, Michael Ballack, millum annað

Týskland

Stóri leikarin hjá Týsklandi hevur seinastu tvey árini verið Michael Ballack. Leikarin, sum fekk gjøgnumbrot sítt saman við upptúrinum hjá Bayer Leverkusen, men sum nú er at síggja í stórfelagnum, Bayern München, meðan fyrrverandi felag hansara av álvara tykist verið dottið niður aftur.
Sum kreativi leikarin á liðnum, er tað ofta hann, megnar at skapa tær óvæntaðu støðurnar á vøllinum, og ofta er tað eisini hann, sum hevur seinasta fótin á, tá bólturin skal sendast í málið, men hóast sínar eyðsýndu dygdir, so er Ballack avgjørdur um, at talan ikki verður um nakra lætta uppgávu í Føroyum.
- Stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki megna at leggja eitt nóg stórt trýst á mótstøðuliðini. Serliga uppi á teirra leikhálvu hava vit nógv at arbeiða við, og tað er nakað, sum skal betrast.
- Nakað annað er so tað, at fleiri av leikarum okkara als ikki tykjast hava neyðuga klassan. Vit eru fleiri, sum skulu spæla munandi betri og vísa, at tað eru Týskland, sum vit spæla fyri. Serliga móti teimum liðum, sum á pappírinum teljast millum tey veikaru, hava vit stórar trupulleikar, og tað er snøgt sagt ikki nóg gott hjá einum liði, sum skal eitast at vera tað næst besta í heiminum, sigur Michael Ballack.
Annars tykist týska miðvallarstjørnan halda lítið um skotska avrikið móti Týsklandi.
- Einasta orsøkin til, at vit bert fingu javnleik, var, at vit lótu okkum draga niður á støðið hjá teimum. Og eg vóni, at vit megna at fáa spælið hjá okkum at hanga saman mikudagin, tí tann dysturin verður truplari enn tann móti skotunum, segði ein heldur hástórur Ballack við Daily Record eftir dystin leygardagin.