- Man hevur ikki dugað at víst, hvat er gott við størri eindum. Um man bara tosar um, at tað er betri við eina umsiting, og ikki nakað um tað, ið rør við gerandisdagin hjá fólki, so verður tað tungt at koma víðari. Tað er tað, hendi fyri nøkrum árum síðan. Man leyp um kjakið og fór beint til eina fólkaatkvøðu. Fólk vóru kanska ikki so væl upplýst, so tey valdu tryggu síðuna og søgdu nei.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, ið varðar av kommunumálum, sum viðmerking til spurnarumfarið hjá Vikuskiftis-Sosialinum millum borgarstjórar um kommunusamanlegging.
Kanningin vísir, at tað neyvan verður í bræði, at aðrar kommunur fylgja leistinum hjá Húsar og Klaksvíkar kommunu, ið løgdu saman 1. januar.
Landsstýriskvinnan leggur dent á, at tað er eitt ynski hjá samgonguni at skipa landið í størri kommunalar eindir, men tað verður ikki gjørt við lóg, tí samgongan virðir avgerðina hjá føroyska fólkinum.
- Fólkaatkvøðan staðfesti púra greitt, at tað ikki er meiriluti í fólkinum, ið ynskir samanlegging við lóg. Tað førdi eisini við sær, at kjakið steðgaði, tí einki fólksligt mandat var fyri tí. Føroyingar vórðu bidnir at siga sína hugsan, og svarið var nei. Tað er torført at ignorera, sigur landsstýriskvinnan.
Til ber at lesa meira um kanningina og hugsanina hjá landsstýriskvinnuni í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.