Í mars mánaði í ár gjørdi Fólkaheilsuráðið saman við Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu ESPAD-kanningina, sum verður gjørd fjórða hvørt ár í 35 londum í Evropa. Hetta arbeiðið hevur verið gjørt síðan 1995 og hava allir 15 ára gamlir skúlanæmingar svarað einum spurnablaði um royking, rúsdrekka og onnur rúsevni. ESPAD stendur fyri - European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs.
Í 2011 var tað nærum fimtihvør næmingur, sum roykti dagliga – 18,7%. Nú er minkað við meira enn 10 prosentum. Dagligir roykjarar í 9. flokki telja í seinastu kanning 8,4 prosent, sum er ein minking, ið munar.
Fólkaheilsuráðið fegnast um hesa gongdina, og roknar við, at hetta eisini dregur aðrar aldursbólkar við sær.
- Rákið rundanum okkum hevur hjálpt okkum. Í 2011 var bert eitt av norðurlondunum, sum roykti verri enn vit, og tað var Finland, øll hini lógu munandi niðanfyri okkum. Grundarlagið undir hesi gongdini er bæði rákið, sum er við okkum, og tey mongu átøkini, gjørd verða í skúlunum og millum ungdóm annars, skrivar Fólkaheilsuráðið.