Fyrr í kvøld vann Dráttur ein greiðan 3-0 sigur á Mjølnir á heimavølli á Giljanesi. Dráttur vann við settmuninum 25-6, 25-14 og 25-18.
Staðfestast má, at munurin á stigatalvuni var avgjørt ikki á vøllinum í dystinum. Áðrenn dystin var Mjølnir nummar tvey við 14 stigum og Dráttur var aftast við fýra stigum. Nú hevur Dráttur tikið seg upp á 5. plássið við góða sigrinum í kvøld, har tær hava sjey stig.
Aftaná dystin prátaði frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen við Petru Sunadóttir Hansen hjá Drátti, og hann prátaði eisini við Poulinu á Gravarbø hjá Mjølnir.
Poulina á Gravarbø slóg fast, at tær í Mjølnir ætla at koma sterkt aftur, og hon trýr fult og fast uppá, at Mjølnir kann røkka FM-finaluni. Petra S. Hansen vónar, at sigurin í kvøld kann verða tann fyrsti av fleiri sigrum hjá Drátti, sum ætlar at sikta hægri.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen hevði við Petru S. Hansen og Poulinu á Gravarbø aftaná dystin á Giljanesi, sum heimaliðið, Dráttur vann trygt 3-0.