Í kvøld verður forvitnislig konsert í Kaffihúsinum í Vágsbotni í Havn.
Tað verður, tá ið teir báðir úrmælingarnir, Hanus G. Johansen og Stanley Samuelsen, fara at hava konsert saman.
Hesir báðir stórfingnu gittarspælararnir, sangararnir og lagasmiðirnir, eru ikki minst kendir fyri tulkingarnar, teir eiga av føroysku meginskaldunum, J. H. O Djurhuus, sum Stanley Samuelsen hevur gjørt kendan á fløgu og konsertum, og Poul F, sum Hanus G hevur gjørt til fólkaogn á óteljandi framførðslum og á fløgu.
Á konsertini fer eisini Astrid Samuelsen at spæla nakrar sangir saman við teimum.