Ólavur Hátún
Í Føroyum varð hugskotið um slíka musikkskúlaskipan borið fram tíðliga í 60-árunum; men ikki fyrr enn smá 20 ár seinni slapst til verka við slíkum royndum her. Og væl vignaðist hjá Royndarmusikkskúlanum, sum, byrjandi í Tórshavn, Gøtu og Fuglafirði á heysti 1981, eftir fáum árum breiddi seg út um at kalla alt landið. Tey trð musikklærarastørvini, sum lagt varð fyri við, høvdu í 1985, tá musikkskúlar vórðu skipaðir sambært musikkskúlalógini frá árinum fyri, vaksið seg til ikki færri enn 24,5 størv, og so mikið varð strongt á eftir musikkskúlatímum úr øllum musikkskúlaøkjum, at læraratalið í 1989 var komið heilt upp á 44 størv. Hetta virksemið gav eisini úrslit, og sum besta dømi hevur áður verið borið fram, at Musikkskúlin í Vágum eftir hesum fáu árum fekk bygt upp eitt Ungdómsorkestur, sum var at meta sum tað fremsta í landinum, og sum eisini vann sær viðurkenning á ferðum uttanlands.
Men um hetta mundið var kreppualdan við at taka seg upp, og í musikkskúlaumsitingini varð tí sjálvboðið aftur farið niður um tey fjøruti størvini, um enn stavnhaldið var ein landsumfatandi musikkskúlaskipan við 50-60 lærarastørvum ? frændur okkara fyri vestan hava 600 musikklærarastørv! ? hýsandi øllum tónleikamennandi virksemi bæði til ljóð, rørslu og teoretiskar greinir og fatandi um aldursbólkar frá pinkubørnum og upp í búnan aldur.
Men tá ið vandi varnaðist fyri, at fíggjarliga støðið fór at verða tikið undan musikkskúlanum á landsjáttanini, komu allir landsins musikkskúlaleiðarar saman til fundar at viðgera viðurskiftini, og niðurstøðan gjørdist, at fór læraratalið niður um tey 35-37 størvini, fór musikkskúlin at koma í óføri við sínum aðalendamáli, sum er at skapa fyritreytir fyri virknum tónleikalívi um alt landið.
Vit fingu tá í lag eina ískoytisskipan, har kommunur sjálvbodnar rindaðu tað, sum restaði í til tey 35 størvini, og bjargaðu okkum á tann hátt undan beinleiðis kreppu. Tá ið ein komandi fíggjarlóg var undir viðgerð, kom eg sum táverandi musikkskúlaleiðari mær á tal við fíggjarnevndarformannin Jørgen Thomsen við teirri inniligu bøn, at musikkskúlajáttanin kundi verða hækkað við hálvari millión, sum kundi tryggja musikkskúlaskipanini um ikki fullgóð so tó framhaldandi livilig kor. Minnist, at tann heiðursmaður Jørgen Thomsen tá tók soleiðis til orða: »Er henda hálva milliónin so týðandi fyri tykkum, tá mugu vit siga, at hon »veltir onki less« hjá landinum.« Men tíverri møtti musikkskúlin ikki somu vælvild í nýggja landsstýrinum, og ikki bert varð noktað okkum at halda fram við okkara fyribils neyðloysn við ískoytisskipan, men eisini varð landsjáttanin skorin niður, og við ein brest datt musikkskúlavirksemið niðuraftur á tað virksemisstøði, sum hann byrjaði við, og sum hann enn stendur á: 25 lærarastørv. Musikkskúlin, sum áður var vónríkasti vøkstur í føroyskum mentanarlívi nakrantíð, hevur eftirsíðan lavað sum lamskotin fuglur úti um landið uttan nakran møguleika at spenna flog, so sum karmar eru til.
Í orð og tal hevur tað seinnu árini so hugaliga verið ásannað frá politiskari síðu, at mentanin meira enn nakað er lívgevandi mergurin í fólkinum. Vit hava eisini kunnað glett okkum um, at landsjáttanin til mentanarlívið í hesum skeiði er munandi økt. Men musikkskúlin hevur framhaldandi verið við sviðusoð. Fyri okkum mongu, sum við áhuga fylgja við, hvørja lagnu hesin týdningarmesti stovnur innan okkara tónleikalív fær, var tað skelkandi at hoyra í útvarpinum, at musikkskúlin heldur enn endiliga at fáa betri sømdir og rúmari ræsur nú aftur verður skerdur í landsfíggjarjáttanini. Hugsi ikki júst so nógv um tær fáu túsund krónurnar, sum talan er um, men meira um tað framhaldandi vantandi medvitið millum okkara politikarar um støðu musikkskúlans úti um landið og um tann samfelagsliga týdning, hann annars ber í sær, fær hann bert tey gróðrarlíkindi, sum hann hevur uppiborið.