Musk letur eina millión dollarar um dagin

Tøkni-miljarderurin Elon Musk hevur latið eina millión dollarar til ein amerikanskan mann, sum luttók í einum valstríðstiltaki í Harrisburg í statinum Pennsylvania sunnukvøldið.

Elon Musk talar á sínum valstríðstiltaki í Life Center Church í býnum Harrisburg, sum liggur í amerikanska statinum Pennsylvania. - Mynd: Sean Simmers/Ritzau Scanpix

Endamálið við valstríðstiltakinum var at fáa atkvøður til republikanska forsetavalevnið, Donald Trump.

Musk hevur lovað, at hann fer at lata eina millión dollarar hvønn dag fram til amerikanska valið 5. november.

Ein millión dollarar svarar til stívliga 6,8 milliónir krónur.

Einasta kravið fyri at vera við í lutakastinum er, at tú skalt skriva undir áheitanina hjá Elon Musk á netinum til stuðul fyri sokallaðu 'first og second amendments' hjá USA.

Tað eru ískoytisgreinarnar í amerikansku grundlógini, sum tryggja rættin til talufrælsi og rættin at bera vápn.

 

Ritzau/Reuters

 

Elon Musk talar á sínum valstríðstiltaki í Life Center Church í býnum Harrisburg, sum liggur í amerikanska statinum Pennsylvania. - Mynd: Sean Simmers/Ritzau Scanpix