Mykines: Nógv fólk hava við árunum vitjað í Mykinesi. Og líkt er til, at henda vakra oyggin bara verður meiri og meiri vitjað framyvir, bæði av føroyingum og útlendingum.
Í øllum førum ætla tey, ið reka Kristianshús at geva sítt ískoyti til at henda gongdin kann halda áfram og helst økjast eisini.
Tey hava nevniliga søkt Sørvágs kommunu um byggiloyvi til eitt nýtt gistingarhús í Mykinesi. Og samstundis við hetta hava tey eisini søkt um byggiloyvi til eitt listasavn á sama staði.
Málið var fyri á bygdaráðsfundi í desember, og har gav bygdaráðið sítt viðmæli til hesa ætlanina.
- Vit meta avgjørt, at tørvur er á hesum báðum bygningunum herúti í Mykinesi.
- Og tí vænta vit eisini, at talið av ferðafólkum til oynna fer at økjast munandi í framtíðina, sigur Katrina Johannesen, og sum rekur Kristianshús í Mykinesi.
Framsýning um Mikines
Katrina hevur í mong ár rikið hetta gistingarhúsið, har ein hevur havt møguleika bæði at gista og eta.
Hon hevur tí sæð tørvin á at víðka um virksemið, og sjálvandi eisini at geva fólki eitt annað og betri tilboð enn frammanundan.
Hon hevur tí í nøkur ár arbeitt við hesi ætlanini um tveir bygningar á sama øki, har annað verður gistingarhús og hitt eitt listasavn.
Sambært tekningunum verður talan um ein bygning, sum m.a. fer at hava 12 dupultkømur við brúsu og wc, eins og møguleikar verða hjá fólki við soviposum at gista har.
Men ætlanin er eisini at gera eitt høli til framsýning av listarverkum. Og ikki óvæntað er tað listamálarin Mikines sum fer at eiga og fáa ein heiðurssess í hesum savninum.
- Tað eru nógv ferðafólk sum spyrja eftir Mikinesi, tá tey vitja herúti. Og tí er tað uttan iva eitt gott hugskot at hava eina framsýning standandi um hann sum persón og við nøkrum av hansara verkum, sigur Katrina Johannesen við Sosialin.
Gisting
Á fundinum í bygdaráðnum í farna mánaði var tosað um ætlanina at gera eina lendisætlan og bygdaplani fyri Mykines.
Henda byggiætlanin við gistingarhúsi og listasavni er sera áhugaverd, og metti bygdaráðið eisini, at plaseringin av einum slíkum kom ikki at forða fyri arbeiðinum við einum slíkum.
Fyri Katrinu hevur tað stóran týdning, at gera nakað fyri tey vitjandi í oynni.
- Vit miða tí eftir at gera ein hóskandi bygning til gisting, soleiðis at fólk vita, at hesin møguleikin er til staðar og hvar ein hevur møguleika fyri hesum.
- Og sjálvandi vóna vit eisini, at fleiri fólk fara at koma til okkara, sigur Katrina Johannesen.