Umboð fyri Enercon byrjaðu fyrr í summar at skifta generatorar á myllunum í Neshaga. Slíkt arbeiði við høgum kranum og presisjónsarbeiði í hæddum krevur serliga góð veðurlíkindi, tí hevur tað drigið út.
Nú eru tó allir generatorarnir skiftir. Mylla 4 bleiv skift longu í fjør, og royndarkoyring er byrjað av myllunum.
Í løtuni mæla 3 myllur í Neshaga, og gongst sum ætlað verður lív í øllum fimm myllunum innan fyri komandi tvær vikurnar.