Myndafrásøgn: "Vit eru øll sum eitt"

So er Ólavsøkan sett. Í ár var tað Kári Olsen, útvarpsmaður og íðin tónleikari í hornorkestri, sum setti Ólavsøkuna. Kári Olsen segði millum annað, at vit eru øll sum eitt, tosa saman, skemtast og vísa vinar- og hjartalag hvør fyri øðrum á Ólavsøku. Hann segði, at hann var errin av, at høvuðsstaðurin er karmur um hesa landssavnandi høgtíð.

Sum altíð, so setur Havnar Hornorksetur sín dám á, tá ítróttarfólk, reiðfólk og føroyingar sum heild líða á, tá Ólavsøkan verður sett. Og teir tónar, sum hornorkestrið spælir, eru sambært skaldinum Tóroddi Poulsen, "umpa rumpa prumpa tónar". Júst hvat skaldið leggur í hesi orð, er kanska eitt sindur torført at greina, men Kári Olsen segði seg ikki vera heilt samdan við skaldið. Vit fingu síðani at vita eitt sindur um søguna hjá Havnar Hornorkestri, sum spældi alment fyri fyrstu ferð í 1902, tá tað vóru liðin 50 ár síðani Løgtingið varð endurstovnað.,

Kári Olsen tosaði eisini um Ólav Kong og tær kirkjur, sum eru uppkallaðar eftir honum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Her niðanfyri er myndafrásøgn (10 myndir) frá setanini, sum myndamaður okkara hevur gjørt. Fleiri myndir (19 myndir) frá setanini eru í myndafrásøgnini, sum tú finnur á framsíðuni á Portalinum eitt vet niðri á síðuni.

Myndir: Jens K. Vang