Myndarøð: Vaglið á tremur av fólki

Vaglið var á tremur av fólki, tá Rørslufagnaðurin fór avstað í morgun.

 

Flestu av skúlunum í Havnini vóru umboðaðir, fleiri dagstovnar og nøkur eldri fólk vóru til reiðar at leggja fyri á fimm kilometra langa gongutúrin av Vaglinum og út á tyrlupallin á Boðanesi.

 

Tað er Fólkaheilsuráðið, sum hevur skipað fyri rørslufagnaðinum í samband við Útivikuna. Hetta er eisini partur av ABC-verkætlanin fyri sálarligari heilsu.

 

Flestu fóru til gongu, men nógvar súklur vóru eisini at síggja, onkrar rullifjølir og eisini onkur á rulluskoytum.

 

Sambært fyriskiparunum vóru minst 2.000 fólk við í Rørslufagnaðinum.

 

- Endamálið er at síggja so nógv ymisk menniskju savnast og røra seg saman sum møguligt. Tí øll hava brúk fyri at røra seg, og ongantíð betri um hetta kann gerast til eina enn betri uppliving við at gera tað saman við øðrum. Tað er saman við øðrum at vit vaksa, skrivar Fólkaheilsuráðið.

 

Fremst í gonguni gekk ein eldblásari framman fyri einum lastbili. Hesi skuldu leiða gonguna oman á Kongabrúnna og síðani kundu fólk ganga í tí tempo, sum tey sjálvi ynskja.

 

Tá fólk komu aftur á Vaglið, vóru ymisk onnur rørslutiltøk hjá fólkum at royna, sum sum at ganga á líni, fimleikur av ymiskum slag og yoga.