Myndir: 80.000 áskoðarar tóku móti nýggja prinsinum

La Liga: Í gjár bleiv Kylian Mbappé kunngjørdur í Real Madrid frammanfyri einum fullsettum Bernabéu

Mynd: (Scanpix)

Kylian Mbappé og Real Madrid hava gjørt ein fimm ára sáttmála. Liðskiparin á franska landsliðnum hevur seinastu árini spælt við Paris Saint Germain, men hvørt summar hava søgur verið um eitt møguligt skifti.

 

Í fjør bar av, tá Kylian Mbappé í yvirtíðini longdi sáttmálan við PSG í eitt ár. Tá vóru viðhaldsfólkini hjá Real Madrid í øðini um, at nýggi prinsurin ikki kom til spanska høvðusstaðin. Í gjár var alt gloymt, tí nýumbygdi og avbera vakri leikvøllurin hjá Real Madrid, Santiago Bernabéu, var fullsettur við fólki, sum tóku í móti Kylian Mbappé. Slíka móttøku hevur ein spælari ikki fingið síðani Cristiano Ronaldo í 2009 skifti frá Manchester United til Real Madrid.

 

Áhugin at keypa sær eina troyggju við “9 Mbappé” var so stórur, at felagið hevur boðað frá, at tær ikki verða á goymslu aftur fyrr enn í næstum. Real Madrid vann bæði spanska meistaraheitið og Champions League farna kappingarár.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4#

 

##med5##

 

Mynd: (Scanpix)