Myndir: Børnini stuðla landsliðnum

Sjáldan munnu spælararnir hava skrivað so nógvar autografar sum í dag

“Kanst tú skriva á troyggjuni hjá mær”, “kanst tú skriva á armin eisini” og “tú hevur ikki skrivað á hjá mær”. Hetta vóru bara nakrar av viðmerkingunum, tá føroyska landsliðsspælararnir fyrrapartin vandu á vøllinum í Hoyvík.

 

Les eisini: Brøður í høgru?

 

Tórsvøllur er upptikin av kvinnulandsdystinum millum Føroyar og Týsklandi, so senan er ein onnur til venjingina. Veðrið er gott og tá eru umstøðurnar á vøllinum í Hoyvík góðar, og útsiktin góð. Vøllurin liggur beint við skúlan við Løgmannabreyt, har læararnir vóru so beinasamir at lata næmingarnar sleppa ein túr á vøllin at heilsa upp á spælararnar.

 

Eftir venjingina fingu spælararnir úr at gera, við at skriva autografar. Ikki bara ein í part, men í summum førum upp í tríggjar í part, tí troyggir, armar og pappírini skuldu undirskrivast. Blivu tey spurd, so var svarið púra greitt – tey stuðla landsliðnum.

 

Les eisini: Spælitíð er tað týdningarmesta

 

Onkur av børnunum hildu fyri, at tað var torført at síggja hvør hevði skrivað á hjá teimum. Tí er sikkurt onkur, sum hevur bæði tveir og tríggjar autografar av sama spælara á arminum.

 

- Hetta er bara stuttligt. Vit mugu líka ansa eftir, at tey ikki fáa bóltin í høvdið, tí onkrir av spælarum kunnu skjóta hart. So leingi veðrið er gott, so er fínt at venja her í Hoyvík, sigur Lars Olsen við einum smíli.

 

- Nú havi eg ilt í rygginum, leggur Kaj Leo í Bartalsstovu afturat. Hann hevur staðið framboygdur í skjótt ein hálvan tíman og skriva autografar.

 

Børnini hava fingið eitt upplivilsi, meðan spælararnir hava fingið samband við sínar størstu fjepparar. Um tey ikki vóru fjepparar áðrenn, so eru tey tað nú. Føroyar spælir fríggjakvøldið móti Malta í Nations League.