Myndir: Føroyar - Italia

Gekk tað illa í fríggjakvøldið í dystinum millum Føroyar og Luksemburg, so gekk munandi betri í gjárkvøldið, tá føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum møtti italska landsliðinum.

Talan var um eina stóra sensatión, tá ið føroyska hondbóltslandsliðið vann á italsku favorittunum.

 

Úrslitið var 27-26, eftir at Italia í hálvleikinum var frammanfyri 13-11.

 

Fleiri føroyskir spælarar vístu í kvøld avrik, sum teir ongantíð áður hava víst á landsliðnum, tí teir hava ikki havt møguleika fyri tí.

 

Í dag bíðar Lettland. Um tað eydnast Føroyum at vinna, so vera Føroyar annað av liðunum, ið fara at halda fram í HM undankappingini.

 

Italia – Føroyar 26-27 (13-11)

 

Føroyar: Pauli Jacobsen, Nicholas Satchwell, Helgi H. Hoydal, Hákun West av Teigum 6, Teis Horn Rasmussen 2, Leivur Mortensen, Rókur Akralíð, Rói Berg Hansen 3, Kjartan Johansen, Jónas G. Djurhuus 1, Filip Jojic 1, Vilhelm Poulsen 3, Peter Krogh 2, Niclas Selvig, Tróndur Mikkelsen 7, Pauli Mittún 2.

 

Myndirnar tók myndamaður okkara Álvur Haraldsen:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##