Myndir: HB-HJK Helsinki (2-2)

HB tapti samanlagt 5-2 og skal nú helst møta Linfield í Europa League

HB spældi í gjár 2-2 javnleik móti finska meistaraliðnum HJK Helsinki. Gestirnir úr Finnlandi vunnu fyrra dystin 3-0 og vinna tí samanlagt 5-2, men eitt skifti í gjár var HB á odda 2-0. Tá restaði bara eitt mál í, at HB kom ájavnt.

HJK Helsinki skal um vikuskiftið spæla avgerandi dystin í finsku landskappingini. Tí stótu eitt nú liðskiparin, Sebastian Dahlström, og málsøknu Riku Riski og Lassi Lappalainen á bonkinum frá byrjan.

##med2## 

Allir tíggir komu inn. Riku Riski og Lassi Lappalainen í hálvleikinum og Sebastian Dahlström í seinna hálvleiki. Sebastan Pingel legði HB á odda í fyrra hálvleiki, meðan Lasse T. Andersen øtki til 2-0 eftir hornaspark í 56. minutti.

Hoyr málini við at trýsta HER

Tíverri gingu bara fýra minuttir, so minkaði innskifti Riku Riski um munin. Tá tapti HB uppgerðina, men var framvegis á odda í dystinum. Eitt korter fyri javnaði sami Riku Riski. Dysturin endaði 2-2, sum gevur føroyskum fótbólti eitt stig í samlaðu støðini á styrkilistanum hjá UEFA.

##med3##

HB skal nú spæla í Europa League, har mótstøðuliðið sannlíkt verður móti Linfield FC úr Norðurírlandi.

HB - HJK Helsinki 2-2 (1-0) - samanlagt 2-5

1-0: Sebastian Pingel, 17.

2-0: Lasse Andersen, 56.

2-1: Riku Riski, 60.

2-2: Riku Riski, 74.

##ms##