Myndir: Hólmgonga á plankanum

Her var togtogan og hólmgongu á einum planka, sum lá um ánna, og her endaði mangur góður maður í ánni.

Jóansøkubál hevur verið á Sandi í kvøld, har Hendrik Egholm helt røðu, og Eyðstein Ólason spældi á harmoniku til felagssang.

 

Siðan var føroyskur dansur á fløttinum.

 

Væl av fólki var møtt, og veðrið royndist nógv betur, enn nakar hevði væntað. Her var faktiskt fínasta veður, meðan tiltakið varð hildið.

 

At enda varð skipað fyri spølum,  togtogan og hólmgongu á einum planka, sum lá um ánna, og her endaði mangur góður maður í ánni.

 

Børnini sluppu eisini at royna seg á plankanum.

 

Á jóansøkuhaldinum á Sandi verður eisini skipað fyri dansi í Virkinum, har FourMENh fara at spæla til klokkan 04.

 

Tað er ungmannafelagið Virkið, sum skipar fyri jóansøkuhaldinum á Sandi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##